Tørvur á oljuframsýning

Esbjerg dugir ov illa at marknaðarføra seg innan altjóða oljutøkni, halda fólk í vinnuni, sum eftirlýsa eina størri oljuframsýning.

Betri karmar fyri slíkum framsýn-ing-um eru nú at hóma

OLJUVINNA

 

Hóast oljufyritøkur Esbjerg kunnu bjóða stórt sæð allar tær tænastur, oljuvinnan hev--ur brúk fyri, eru hesar fyri-tøkur alt ov lítið sjón-ligar fyri umheimin, vilja fólk í vinnuni vera við.

Tí eru uppskot nú frammi um, at býurin átti at skipa fyri eini oljuframsýning, har fyritøkurnar fáa høvi at vísa fram sínar førleikar og seg sjálvan.

Í nýggja oljuhandilsfe-lags-skapinum, Offshore Con--sortium Esbjerg, heilsar stjórin Peter Jakobsen hug-skotinum vælkomnum.

- Heldur enn at vera so stór sum gjørligt, eigur ein slík framsýning at savna seg um tað, fyritøkurnar í Esbjerg hava gjørt til síni serøki, staðfestir Peter Ja--kob-sen í tíðarritinum Dan-ish Offshore Industry.

Hesum er formaðurin í vitanarsamtakin Offshore Center Danmark, Paul Breb-ner samdur í. Sambært hon-um eigur ein slík fram-sýning at leggja dent á olju-fram-leiðslu á útjaðara-leið-um, um--hvørvisvernd og trygd.

Víðka ítróttarøkið

Hóast hugskotini ikki tróta, fer tað at krevja betri um--støð-ur, um býurin skal hýsa størri oljuframsýningum. Upprunaliga var tað nevni-liga ætlanin, at Copenhagen Offshore Wind 2005 fram-sýningini skuldi vera í Es--bjerg, men ætlanin varð slept, tí umstøður ikki vóru til tað. Av somu orsøk eydn-aðist tað heldur ikki árið eftir at fáa framsýn-ingina til Esbjerg, og endaði hon tískil í Berlin í 2006.

Glottar eru tó at hóma. Í mars mánað varð farið und-ir at víðka ítróttarøkið við fótbóltsvøllin í býnum, millum annað við slíkum framsýningum í huga. Mett verður, at økið kann hýsa út við 1500 oljuframsýnarar-um, tá arbeiðið er liðugt.