Tey, sum arbeiða við ungum skríggja eftir einum tilboði sum hesum, tí í Føroyum eru nógv heilt ung, sum verða slept uppá fjall og onga hjálp fáa, sigur Leivur á Lakjuni, sálarviðgerði á Bláakrossi um nýggju rúsevnisviðgerðina, ið Bláikrossur fer at bjóða teimum ungu, ið eru frá 15-18 ár.
Viðgerðinar, ið Bláikrossur vanliga bjóðar, eru ætlaðar vaksnum yvir 18 ár. Hetta, at bjóða viðgerð til ung undir 18 ár er nýtt, og er ongantíð roynt í Føroyum fyrr. Leivur á Lakjuni sigur, at nógv av teimum, ið hava fingið viðgerð á Bláakrossi greiða frá lívsleið síni og siga, at tey byrjaðu at rúsa seg sum 10-12 ára gomul.
Í veruleikanum er tørvur á viðgerð til børn og ung, ið eru undir 15 ár, men lógarmessiga er tað ikki líka lætt at seta á stovn tá talan er um børn undir 15 ár.
– Fáa vit tó fyrispurning frá onkrum, sum er undir 15 ár, so siga vit ikki nei av teirri orsøk, staðfestir hann.
Á Bláakrossi fyrireika tey nú nýggja ambulanta ungdósmstilboðið, og ætlanin er, at fyrsta skeiðið byrjar um ein góðan mánað. Tveir nýggir sálarfrøðingar seru settir í starv, sum skulu arbeiða við teimum ungu og foreldrum teirra.
Hann greiðir frá, at Bláikrossur longu hevur fingið onkran fyrispurning, og at áhugi er fyri ungdómsviðgerðini tey nevna DAT-UNG, sum stendur fyri dialektisk atferðar terapi. Hetta er ein viðurkendur og vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum psykiatriski depilin millum annað eisini brúkar í arbeiðinum har.
Bláikrossur hevur verið í samband við bæði barnaverndina og aðrar stovnar, ið gera ungdómsarbeiði, og tað er heilt víst, at tørvurin fyri hesum er í føroyska samfelagnum.
– Ofta halda tey ungu tó ikki, at tey hava ein trupulleika, og ein rúsevnistrupulleiki hjá einum ungum fólki er eisini ofta ein ábending um aðrar størri trupulleikar, sigur hann.
Tá Leivur á Lakjuni verður biðin um at definera rúsevnismisnýtslu hjá ungdómi, so greiðir hann frá, at tað ikki altið snýr seg um mongdirnar av rúsevni men um, hvussu rúsevnisnýtslan ávirkar brúkaran og tey, ið eru rundan um.
– Tað hjálpir ikki at spyrja, hvussu nógvar øl ein drekkur, ella hvussu nógv hassj ein roykir. Betur er at spyrja, hvussu rúsevnini verða nýtt, um tey verða nýtt til kensluregulering ella sjálvsmedisinering og hvussu tey ávirka teg og tíni nærmastu, sigur Leivur á Lakjuni.
Hann heldur, at tað er umráðandi at taka rúsevnismisnýtslu hjá teimum ungu í álvara, og greiðir frá, at foreldur og avvarðandi ofta ikki leggja upp í rúsevnisnýtsluna hjá teimum ungu, tí tey eru bangin fyri at stoyta tey burtur, um forholdið millum partarnar longu er viðkvæmt.
– Men so verður man ein stuðlandi partur av misnýtsluni, staðfestir hann.