Tørvurin framvegis eins stórur á røktarplássum

Leiðarin á røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði seinastu 20 árini, Marjun Smith, sigur, nú hon leggur frá sær, at tørvurin á røktar- og um umlættingarplássum er framvegis líka stórur, sum tá Lágargarður læt upp í 1987

Í sambandi við at leiðarin á røktar- og umlættingarheiminum á Lágargarði í Havn, Marjun Smith, sum hevur verið leiðari á stovninum, síðan hann læt upp í 1987, fer úr starvi og Meta av Fløtum tekur við, hava vit spurt Marjun, hvat hon heldur um gongdina innan eldraøkið, og hvat hennara ráð eru til politisku myndugleikararnar.

Marjun Smith sigur, at hóast vit hava fingið fleiri stovnar afturat, er tørvurin á búplássun eins stórur, og hann var, tá hon byrjaði fyri 20 árum síðan. Bíðilistarnir eru framvegis langir.

Fólkatalið vaksur og harvið tørvurin. Hennara áheitan á politisku myndugleikarnar er at útvega fleiri stovnar, bæði bústovnar og stovnar til umlætting til teir ymisku tørvirnar sum t.d. tey dementu, alkoholikarar, psykist sjúku. Eisini hevur tað sera stóran týdning, at starvsfólkini hava ta útbúgving, sum svarar til tørvin hjá teimum fólkum, tey skulu arbeiða við.

Annars sigur Marjun, at hesi 20 árini á Lagargarði hevur verið ein góð tíð. Eg havi havt ógvuliga góð og dugnalig starvsfólk aftrat mær. Vit hava havt lítla útskifting av starvsfólki. Fleiri teirra hava verið her líka frá byrjan. Eisini hevur samstarvið við búfólkini og teirra avvarðandi verið gott og gevandi. Hon ynskir nýggja leiðaranum góða eydnu í starvinum.

Áðrenn Marjun kom til Havnar á Lágargarð, var hon leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi í níggju ár. Nú flytur hon aftur til Tvøroyrar at búgva.