Klaksvík:
Týsdagin verður móttøka í Klaksvík. Ein stórur dagur, tá fyrsta skotið fyri pf Norðoyatunlinum borðoyarmegin verður latið av. Móttøkan verður skipað eftir nøkulunda sama leisti sum í Leirvík, og verður tað eitt umboð fyri norðoyggjar, sum fer at trýsta á spreingiknøttin seinnapartin týsdagin.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum væntar, at full kraft verður á tunnilsarbeiðinum í aðru viku, og teir sikta eftir, at komið verður ígjøgnum í juni mánaði komandi ár.
Samstundis sum hetta hendir, er nú greitt, at ognartøkan á Gerðabø er avgreidd, og sostatt kann arbeiðið upp á arbeiðsvegin tvørtur um Gerðabø byrja. Eisini skal verandi vegur út til tunnilsmunnan broytast nakað, tí hann er ikki nóg breiður til ta ferðslu, sum nú fer at koyra eftir vegnum.
Leirvíkarmegin gongur arbeiðið heilt væl. Dávur sigur, at teir eru umleið 30 metrar framman fyri uppruna tíðarætlanina. Arbeiðsgongdin har er á tann hátt, at so hvørt sum teir eru komnir einar 500 metrar fram, so reinsa teir vegbanan og leggja eitt asfaltsundirlag á.
? Hetta er ein stórur fyrimunur fyri arbeiðgongdina, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin.