Tá rapparin Niarn vitjaði í Føroyum fyri viku síðani, vitjaði hann í ungdómssendigini Zipp í Kringvarpinum. Har kundu lurtarar skriva honum eina heilsan við telduposti, ella ella spyrja hann okkurt.
Ein, ið gjørdi álvara av, var 10 ára gamli Simon Larsen í Vági. Saman við pápa sínum, Gudmund, skrivaðu teir eina heilsan, og sendu teldupostin, har m.a. stóð, at Simon var sera stórur Niarn-fjeppari.
Jú, heilsanin bleiv lisin og tikin við í sendingina og kom harvið við uppá tal, tá tvey skuldu veljast út, sum sluppu at hitta Niarn og uppliva hann á palli. Ein genta vann og so...., jú mín sann; 10 ára gamli Simon.
Frammanundan hevði Gudmund sagt við sonin, at hann slapp neyvan at hitta fyrimynd sína, tí til tess var hann alt ov ungur. Men so skuldi ikki gangast.
Dugdi tekstirnar
Av tí, at Simon eigur tvey ár eldri beiggja, 12 ára gamla Christian, so slapp hesin eisini við.
Gudmund fór við synunum til Havnar leygarmorgun, og av tí, at Simon er so ungur, og at allur leygardagurin var til taks í Havn, so gjørdu teir av at royna at koma á tal við Niarn á gistingarhúsinum, har hann helt til, og so kanska bara at fara suður aftur um kvøldið.
Niarn var so sera blíður við teir, tá teir vildu hitta hann og teir vóru á bylgjulongd beinanvegin. Simon er fjeppari av fyrstu skuffu og visti alt um sína fyrimynd og dugdi allar tekstirnar. Og tað var ikki sørt, at m.a. hetta gjørdi sítt til, at Niarn meira ella minni tók teir undir sínar veingir – hesar ungu fjepparar, ið komu langan veg!, og teir hugnaðu sær í meira enn ein tíma.
Skuldu við!
Niarn, og maðurin ið stendur fyri tónleikinum, Christian, tóku sær væl av fjepparunum.
Tað vildi hvørki betri ella verri til, enn at Niarn vildi hava teir við til Fuglafjarðar og í Mentanarhúsið, har framførsla skuldi vera. Har var onki við at gera!
Har var ikki annað hjá Gudmundi at gera, enn at broyta heimferðarætlanir og at bíleggja sær og synunum kamar á gistingarhúsi í høvuðsstaðnum.
Tað var Niarn, ið alla tíðina sjálvur strongdi á, at teir nú máttu koma við. Og í Fuglafirði upplivdu teir ljóðroyndina og tað sást, at Simon dugdi hvørt orð, ið varð rappað, og hetta helt Niarn vera óført.
Orsakað av, at talan var um so ungar fjepparar, ið helst vóru nakað ungir til at sleppa leysir millum dansandi ungdómar, so sluppu Simon og hansara fylgi afturum og uppá svalan í Mentanarhúsinum at standa og hyggja niðuryvir allan salin og pallin.
- Niarn og hasara menn vóru stás fólk og teir tóku okkum við allan vegin, hóast eg kanska hevði havt lítlar vónir, tá vit á sinni sendu brævið inn. Men teir tóku sær veruliga av okkum, og tað var eftir teirra egna ynski, tí tað nýttust teir als ikki at gera, men kundu ístaðin vinka okkum avstað skjótt við eini undirskrift og onkrum plaggi við onkrari mynd ella áskrift, sigur Gudmund, sum er vísur í, at Simon hitti sína stóru fyrimynd, og fekk eitt upplivisli fyri lívið.