Útlendskir fjølmiðlar
Týska blaðið, Bild, fer ikki væl týska landsliðnum eftir avrikið ímóti Føroyum mikukvøldið. Í stórari yvirskrift stendur, at týska avrikið var ein stór skomm.
Teir siga seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at HM-finalistarnir kunnu brúka 88 minuttir um at skjóta mál ímóti nummar 114 á altjóða styrkislistanum hjá UEFA. Týska liðnum manglar orku, vantar eina spæliskipan og framherjarnir eru fullkomiliga vandaleysir, sigur týska blaðið eftir dystin.
Úrslitið ímóti Føroyum dekkar ikki yvir vánaliga avrikið hjá týska landsliðnum ímóti føroyingum. Fjølmiðlin biður HM-finalistarnar taka seg saman, tí avrikini eftir HM í fjør hava verið út av lagi vánalig. Tekur týska landsliðið ikki annað skinn um bak, so kann plássið í EM-kappingini komandi summar vera í stórum vanda, sigur Bild.
Sensatiónin lúrdi
Reuter skrivar eftir dystin, at týska landsliðið, sum hevur vunnið HM og EM tríggjar ferðir, var um reppi bara at fáa pínligan javnleik ímóti amatørunum úr Føroyum. Hevði tað ikki verið fyri Miroslav Klose, sum bjargaði týsku æruna, so hevði talan verið um eina rættiliga stórhending mikukvøldið.
Um dystin sigur Reuter, at føroyingar megnaðu ikki at skapa nakran málmøguleika, og at týskararnir høvdu leikliga yvirvág allan dystin. Uttan Michael Ballack vantaði Týskland ein leikara, ið kundi gera nakað eyka, og frammanfyri føroyska málinum vóru gestirnir klossuttir.
Henrik kann taka Lineker upp á orðið
Danskir fjølmiðlar hava eisini varnast góða føroyska avrikið mikukvøldið. BT skrivar, at Henrik Larsen nú kann Gary Lineker á orðið, um at fótbóltur er eitt spæl við 22 leikarum, har Týskland altíð vinnur.
Fjølmiðlin vísur á, at føroyingar stríddust manniliga, og við einum væl skipaðum liði, mundu teir veruliga tikið fótbóltsheimin av bóli. Kortini gjørdust teir ov stuttir, tí líkt týskarum, endaðu teir omaná, tá alt avtornaði. Ósigurin mátti kennast beiskur hjá føroyingum, sum enn einaferð vóru so nær við at skaka fótbóltsheimin.