Tveir ungir dreingir ætlaðu sær at skjóta næmingar á einum studentaskúla norðan fyri Köln Týska løgreglan hevur eftir øllum at døma forðað einum hópdrápi á einum skúla.
Fríggjadagin fekk løgreglan boð um, at ein 17 ára gamal skúlanæmingur hevði lagt myndir frá hópdrápinum á Colombine High School í USA út á internetið. Í hesum tilburðinum, sum var í 1999, skutu tvær næmingar 13 fólk.
Tann 17 ára gamli drongurin beindi fyri sær, áðrenn løgreglan kundi taka hann, men tað eydnaðist løgregluni at taka 18 ára gamla vinmann hansara. Hann hevur viðgingið, at teir báðir ætlaðu at søkja at Gerhard Büchner-studentaskúlanum norðan fyri Köln. Har ætlaðu teir at skjóta fleiri næmingar og síðani seg sjálvar.
Løgreglan fekk ein hóp av vápnum heima hjá teimum báðum dreingjunum.