Týska skipasmiðjan gjørt vala arbeiði

Á samkomu á sóldekkinum á Norrønu mánadagin handaði nevndarformaðurin Tórmóður Djurhuus, gylta lykilin og Norrønu til Ólav Hovsgarð at hava í varðveitslu. Samtíðis rósti hann týsku skipasmiðjuni og fólkinum har fyri eitt vala handverk

Einki bagdi symbolikkinum, tá umleið 100 fólk vóru savnað á sóldekkinunum umborð á Norrønu í sambandi við yvirtøkuna av skipinnum. Har var sól og bláur himmal men samtíðis býtandi kuldi. Har vóru fegnir føroyingar, íslendingar og hetlendingar, sum hesa løtuna skuldu yvirtaka skipið. Og har vóru týskir stjórar og smiðjuarbeiðarar, sum við hesum megnar handverki samtíðis søgdu eitt seinasta farvæl við sítt egna arbeiðspláss Flender Werft.

Um somu tíð sum nevndarformaðurin í Smyril Line, Tórmóður Djurhuus í røðu síni takkaði fyri gott samstarv og ynskti Norrønu góðan byrð um høv langt inn í framtíðina stóu arbeiðsmenn á bryggjuni og bóru fløgg við áskrift um, at hetta var seinasta skipið teir høvdu smíðað. Hetta um sama mundið sum týska flaggið var tikið niður og Merkið vundið í húnarhátt. Teir fegnaðust saman við Smyril Line og tess eigarum um hetta vala skip, men samtíðis var hetta eisini endin á einum eisini vala arbeiðsplássi teirra, Flender Werft, sum nú fer í søguna. Norrøna varð seinasta uppgávan.

Soleiðis sum umstøðurnar vóru hesa løtuna var tað heldur ikki nøkur einføld uppgáva hjá nevdarformanninum í Smyril Line at halda eina gleðisrøðu.

Tórmóður Djurhuus hevði nógv gott at bera arbeiðsfólkinum á týsku skipasmiðjuni. ?Tað var 1. Oktober í 2001, at fyrsta stálið til nýggju Norrønu varð skorið og nú standa vit so her á dekkinum á hesum lidna og frálíka skipinum bara 18 mánaðir seinni. Tað er altíð sera umráðandi í slíkum arbeiðI at verða liðugur til tíðinda. Tá vit sóu, hvussu arbeiðIð gjørdist størri og størri má eg viðganga, at eg hevði mín iva ikki minst tá eg fyri ikki langari tíð síðani vitjaðI umborð og sá at her lógu kilometrar av rørum og veirum spjaddir út yvir alt skipið. Tó havi eg einki at hava mín ótta í, nú skipið varð latið okkum bara 18 dagar eftir upprunligu ætlanini.

Hann segðI, at Smyril Line er sera ovfarin av tí arbeiðI, sum er gjørt serliga tá man hevur vitað, hvussu nógvir trupulleikar stungu seg upp. Men takka verið góðum og kompetentum fóllki og samstarvi var vunnið á trupulleikunum og kunnu vit nú taka yvir ehtta vakra skip sum flaggskip føroyinga og sum skal tæna okkum og okkara partnarum ´
I Norðuratlantshavi.

Hann takkaðI øllum og ikki minst íleggjarunum, sum trúðu uppá verkætlanina eisini í løtum, tá tað sá sera svárt út fyri Smyril Line. Serliga takka hann Flender Werft og fólkinum har fyri eitt framúr gott avrik. ?Okkara tankar eru nú hjá tykkum, nú skipið fer avstað og vit ynskja hvørjum einstøkum av tykkum eina eydnuríka framtíð, tí tit hava tað uppiborið.

Eftir hetta handaði hann so Norrønu og gylta lykilin til skipið til Ólav Hovsgarð, skipara og bað hann taka sær væl av henni.