Týska SPD hugsaði um The Carlyle Group

Teir eru partur av tí amerikanska militert-industriella kompleksinum

Rolf Guttesen

Framvegis er rættiliga róligt á valutamarknaðinum. Mánadag á middegi fekst $1,2824 fyri eina uro. Dollarin styrknadi fríggjadagin tá amerikanska hagstovan kunngjørdi tøl, sum vístu hvussu nógv nýggj arbeiðspláss vóru komin aftrat seinasta mánaðan. Tað bleiv til 275.000, sum var væl meira enn væntað. Og tað gav dollar eitt lítið spark uppeftir.
Valið í Bretlandi fekk pundið at falla eitt sindur. Forkláringin var, at Blair bleiv afturvaldur við minni meiriluta enn seinast. Fíggjarheimurin ynskti sostatt ikki teir konservativu í stjórn aftur. Áhugavert!
Amerikanski tjóðbankin, the Federal Reserve hevur einaferð enn hækkað rentuna við 0,25% til 3,0%. Men enn er tilsvarandi europeiska rentan hjá ECB, European CentralBank, bert 2,0%, og har hevur hon ligið fast rættiliga leingi.
Kapitalismu-kritikkur í Týsklandi
Formaðurin í týska javnað-arflokkinum SPD, Frantz Münthefering, kom herfyri við einum útspæli, har hann hevði at ávísum kapital-bólkum og íløgufeløgum. Formaðurin segði, at nógv stór og globaliseraði íleggingarfeløg vóru asosial og bert hugsaðu um pengar og profitt, og ofta lítið ella einki um menniskju og arbeiðspláss. Hann samanbar hesar vinnulívsmenn ella spekulantar við ong-sprettur (grashoppur). Teir koma sum hesi dýrini, leggjast á eitt virki at eta og fylla í bjølgin, og stinga so av til nýggjar akrar, tá einki er eftir. Eftir stendur arbeiðandi fólki við ongum.
Nógvir týskarar taka undir við kritikkinum, men vinnulívið og teir konservativu flokkarnir eru í øðini. Ein søgumaður hevur ákært SPD og sagt teir at vera sum nazistarnir í 30?unum, sum løgdu á jødarnar og kallaðu teir fyri rottur. Henda samanbering verður tó av øðrum hildin at vera heilt burturvið.
Tað týska problemið
Sagt í stuttum, er tað týska problemið, at búskaparligi vøksturin er lítil ? seinastu tøl siga 0,7% fyri 2005, og arbeiðsloysið er stórt - umleið 10%. Og so kemur paradoksið: ílegingarnar eru minkaðar við 20%, men útgjaldingarnar til vinningsbýti til partaeigarar er hækkað við 40%, sambært The Economist, 070505.
Týska stjórnin, sum er samansett av SPD og grøna flokkinum, hevur í hesi viku lagt fram eitt uppskot um, at minka um vinnufelags-skattin. Hann skal úr 25% niður í 19%. Ætlanin við hesum uppskoti er, at fáa týsk virkir at støðast í Týsklandi, og ikki ?outsourca? til Kina, Poland ella onnur láglønarlond.
Münthefering hevur eisini heitt á stóru multinationalu vinnuvirkini um at kunngera stjóralønirnar. Eftirsum virkini í heilum gremja seg um at lønirnar (hjá arbeiðsfólkinum) í Týsklandi eru høgar, so kundi tað verið uppá sítt pláss at vita hvat ið stjórarnir hava í inntøku.
Hvørji eru hesi villdýrini?
Ein listi við nøvnum á vinnufeløgum, sum SPD heldur uppføra seg asosialt, er komin fram, og millum annað hevur danska Politiken, 070505, kunngjørt hann. Á listanum er ein týskur banki, men hini eru bretsk og amerikansk íløgufeløg (equity-funds, hedge-funds). Listin er hesin:
The Carlyle GroupUSA
The Blackstone GroupUSA
Saban Capital GroupUSA
Goldman SachsUSA
Kohlberg Kravis RobertsUSA
Advent InternationalUSA
Deutsche BankTýskland
WCM Beteiligung & GrundbesitzTýskland
BC PartnersBretland
PermiraBretland
CVC Capital PartnersBretland
Hesi nøvn siga helst ikki lesarunum nakað serligt. Men nógv er skrivað um The Carlyle Group, har fleiri kend høvd eru uppií.
Har er Gamli Bush, fyrr forseti í USA og fyrr stjóri í CIA.
Har er Carlucci, fyrr verjumálaráharri og varastjóri í CIA í USA .
Har er James Baker, fyrr uttanríkismálaráðharri og fíggjarmálaráðharri í USA,
Har er Ramos, fyrr forseti á Filipsoyggjunum.
Og so er eisini John Major, fyrr Prime Minister í Bretlandi uppi í har.
Carlyle er eitt tað størsta íleggingarfelagið í heimin-um, og hevur serlig áhugamál í vinnugreinum sum framleiða til rúmdarferðslu, flogferðslu og hernaðardubbing. Men alt sum kann geva profitt hevur áhuga.
Hvat er The Carlyle Group
Fleiri bøkur eru skrivðar um The Carlyle Group. Blaðmaðurin Dan Briody, hevur skrivað: The Iron Triangle: Inside the Secret World of the Carlyle Group. Kenda eingilska blaðið The Guardian hevur ummælt hana (endurgivið hjá Amazon, netbókasøluni), og skrivar millum annað:
?Tað er ilt at hugsa sær eina adressu, sum liggur nærri hjartanum av amerikanska valdinum. The Carlyle Group hevur skrivstovu á Pennsylvania Avenue í amerikanska høvuðsstað-num Washington DC. Hon liggur mitt millum Hvíta Húsið og Capitol (parlamentið), og beint hjá liggja FBI og fleiri stjórnardeildir? Firmaið hevur eitt óváttað virði uppá 100 milliardir kr. Eftir at ?kríggið móti terrorismu? varð sett í gongd, hevur hetta felag fingið ein serligan leiklut. Carlyle er vorðið depilin har træðrirnir millum amerikanskan militerpolitikk í Afghanistan (og Irak )og tær persónligu peningaognirnar hjá teimum fínu harrunum samlast.?
Hetta ummæli er skrivað longu í 2001, og tá var ein luttakari í Carlyle eisini ein familja sum kallaðist bin Laden.