Leygardagin 27. apríl klokkan 14 verður standmynd av Peteri Mohr Dam avdúkað í Skopun. Maðurin er, sum flestum kunnugt, kendur úr føroyskum politikki gjøgnum mong ár sum eitt nú løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.
Kendur italiumaður hevur gjørt standmyndina, sum nú verður reist í Skopun, har maðurin varð føddur og livdi øll síni barna-og ungdómsár.
Standmyndin varð liðug fyri rúmari tíð síðan, og í Skopun hevur verið arbeitt við at gera neystið og økið niðan fyri, har standmyndin skal reisast, klárt.
Tað var tann 8. november í 1968, at deyðsboðini bórust av Peteri Mohr Dam, sum tríggjar mánaðir frammanundan hevði fylt sjeyti ár. Tað er ongantíð hent áður í politisku søgu Føroya, at ein sitandi løgmaður er deyður.
Tey eru mong, sum knýta Peter Mohr Dam við Suðuroynna og kanska serliga Tvøroyri, og tey eru kanska upp aftur fleiri, sum ikki rættiliga duga at knýta javnaðarhøvdingin til Skopun.
Hugskotið til at reisa standmynd av Peteri Mohr Dam í Skopun eigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, sum eisini hevur umboðað Javnaðarflokkin á Føroya løgtingi.
- Tað er ein lutfalsliga nýggjur tanki at reisa eina standmynd av Peteri Mohr Dam í Skopun. Tankin kom til mín langt eftir, at eg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, og eg minnist væl løtuna, tá tankin streyfaði og búnaðist.
Gerhard Lognberg sigur, at hann á fundi í bygdarráðnum reisti spurningin, og tað vísti seg, at øll tóku undir við hugskotinum. Hann fegnast um, at verkætlan nú er komin so langt, at standmyndin verður avdúkað.
Borgarstjórin vísir á, at pápi Peter Mohr Dam, Óla Kristian Dam, var ættaður úr Kollafirði og mamma hansara, Sára Maria, var úr Vestmanna. Óla Kristian kom til Skopunar at handla og hava sítt virksemi í bygdini, tí Skopun var gott útróðrarpláss.
- Óla Kristian og Sára áttu fleiri børn, harav Peter Mohr Dam var eitt teirra. Men, ólukkutíð fyri familjuna gekk Óla Kristian burtur á báti í 1907, meðan fleiri av børnunum enn vóru smá, og Peter Mohr Dam sjálvur bara var ein stórur smádrongur, føddur í Skopun hin 11. august í 1898.
Eini 10 ár eftir, at Óla Kristian Dam gekk burtur, flutti konan Sára við børnum aftur til Vestmanna at búgva. Tað merkir, sigur borgarstjórin, at Peter Mohr Dam er føddur í Skopun, og hann búði her, til hann var út við 20 ára gamal.
Borgarstjórin sigur, at tíverri gjørdist mamma hansara heldur ikki gomul.
Soleiðis, sum Gerhard Lognberg minnist søguna, var Peter Mohr Dam borin til garðin í Kollafirði, men her tók ein annar beiggi yvir og førdi garðin víðari. Peter Mohr Dam gjørdist lærari á Tvøroyri. Hann luttók eisini lokalpolitikki har suðuri og var í nøkur ár borgarstjóri.