Týskar klumpar og franska sós

Høgt at flúgva.

?Tá ið eg komi heim, trampi eg ikki meira;

eg dansi tango ella salza?

 


Mær dámar ikki serliga væl at flúgva. Ódnin í 1989 loypti ein ordans kvøkk á meg, og eg eri ongantíð heilt komin yvir kvøkkin, hóast tær mongu fráferðirnar og komurnar síðani tá hava gjørt meg minni bangna. Eg havi fingið nógv góð ráð frá vælmeinandi vinum og kenningum, sum ynskja at hjálpa mær, men onkusvegna eru tað bert mínar egnu royndir, ið higartil hava hjálpt. ?Drekk tær eina kenning?, søgdu fleiri. Men um nú flúgvarin datt niður og eg upp, so ynskti eg ikki at hava Johnny Walker ella ein Jägara við sum fylgisneyta, tá eg stóð frammanfyri Pæturi. Hetta er batnað nakað so við og við sum eg eri blivin meira stinn. ?Hugsa um, at tú einki fær gjørt alíkavæl?, segði onkur, sum fann eina troyst í ikki at hava tamarhald á støðuni. Men tað var júst hetta, sum gjørdi meg allarmest bangna. Har er bara einki at gera, um okkurt hendir. Tí fann eg mær ofta ugga í at hyggja at smábørnunum, sum vóru við í flogfarinum, tí eg sá, hvussu rólig og glað tey vóru, og eg hugsaði, at verðin kann ikki vera so ónd at gera enda á teirra lívum.

Eg eri her enn - í miðhæddini - so tað hevur gingið higartil. Ja, so væl, at veruligur fjáltur bert kemur á meg, tá ið flúgvarin nærkast flogvøllinum í Vágum. Føroyingar ferðast sum ongantíð áður, hetta prógva tey seinastu hagtølini frá Statens Luftfartsselskab. Fyrr klappaðu allir føroyingar, tá ið flogfarið hevði sett seg, sum um flogskiparin og manning høvdu bjargað okkum lívinum enn einaferð. Nú er tøgn, eingin klappar longur, tí ein flogferð er ikki nøkur stórhending. Hon er meira vorðin ein partur av gerandisdegnum. Sjálv klappi eg altíð innantanna og sendi eina takkarheilsu til flogskipararnar - mínar hetjur, sum høvdu mína lagnu í teirra hond eitt bil.

Mær dámar væl at ferðast, at fáa luft undir veingirnar og sleppa burtur eina løtu. Hóast hugurin flýgur uttan mun til, hvar ein er, so er tað gott viðhvørt at fáa kroppin og sansirnar við. At síggja eina aðra verð enn hana, eg trampi í dagliga. Tí, tá ið eg komi heim, trampi eg ikki meira; eg dansi tango ella salza. Í november í fjør sat eg umborð á einum SAS-flogfari á veg úr London til Danmarkar. Eg hevði luttikið á einari ferðavinnustevnu og var nú á veg heim aftur til Føroya, via Keypmannahavn, skilst. London er fyri meg sum tann lekra glaringin omaná tí sunnu gularótakøkuni. Eg eri nøgd við glaringina, hóast mær dámar væl alla køkuna. Í slíkum førum sum hesum, havi eg ikki stundir til annað. Hetta er ?business and pleasure? í røttu raðfylgju. At sleppa leys í London Town er annað enn føroyingar í leðurjakka við rond og hvítum sportsokkum. Har er ein ørgrynna av ymiskum typum í ymiskum litum og fólkini eru í týðiligum mótsetningi til teir heldur gráu stórbýar bygningarnar. Og tó, so megnar onkur at stinga seg burtur úr mongdini. Minnist serliga gentuna við ljósareyðum hári, bláum følskum pelsi, nalvablus og himmalhøgum plateau-stivlum. Rundanum eyguni var alt málað svart, og eftir hennara dialekt at døma, kom hon frá onkrum eystur-evropæiskum landi. Hon bara flenti, prátaði við øll, kíndi síðumanninum um kjálkan, men sá ikki út til at gera haltari hønu mein. Hon setti veruligan dám á hesa løtu, sum flest øll annars nýta til at vera burturstødd. Øll sótu við einum brosi, og nú varð líkamikið, um tað var trongligt, og um vamlisligi lukturin av undirgrund stakk í nasarnar. Eisini hugsaði eg um svigarinnuna, sum er so góð við øll dýr og alt livandi her á jørð, at hon plagdi at geva mýsnum í undirgrundini í London ein ostabita.

Hesa og manga aðra stuttliga løtu sat eg og hugsaði um umborð á flogfarinum á veg til Keypmannahavnar, meðan eg samstundis eisini ilskaðist eitt sindur inn á tunglyndi føroyinga og okkara ótta fyri at vera annaðleiðis. Havi ivast viðhvørt, um Guð ikki gjørdi ein brølara, tá ið hann bert gav fuglunum veingir og ikki okkum menniskjum. Tí so kundu vit liva eitt perlulív eins og tjøldrini, ið flúgva heim til Føroya á Grækarismessu og til heitari lond á heysti. Men tá ið tað nú ikki skuldi verða soleiðis, so er tað frálíkt at sleppa á flog í nakrar dagar. Ella kanska er tað júst hetta, at vit ikki sleppa so lætt vekk, sum ger, at so mong ferðast inn í aðrar verðir innan tónleik, list, bókmentir? Gerandisdagurin hjá okkum líkist eisini gerandisdegnum aðrastaðni, og meðan vit her eru skúlanæmingar, bankalærd ella flakakvinnur, eru vit øll føroyingar, tá ið vit eru uttanlands. Meira føroyingar enn heima. Føroyingar uttanlands fylkjast í flokk og friðhalga tað føroyska, meðan vit her heima hvør í sínum lagi leita ella kaga burtur til onnur støð. Uttanlands var tað nokk at vera føroyingur fyri at sleppa upp í part. Tað ræsta kjøtið og seyðarhøvdini spurdu ongan eftir. Tað smakkaði bara.

?Ja, goddag mine damer og herrer, det er Deres Kaptajn?. Henda djúpa og mynduga røddin vakti meg mitt í hesari skortfleingjuni. Flogskiparin boðaði frá, at vit vóru í Kastrup um fáar minuttir. Hann vónaði, at vit høvdu havt eina góða ferð. Jú takk, av tí allarbesta. Tankarnir vóru langt síðani komnir heim til Føroya uttan millumlending, og eg hevði als ikki verið bangin, meðan kroppurin royndi at fylgja við. Uttanfyri gluggan hevði verið av allar fagrasta veðri, undir okkum lógu skýggini sum eitt mjúkt vattteppi, ið vildi balla okkum. Vit lendu. Blett. Í Kastrup. Og aftanfyri okkara flogfar síggi eg Atlantic Airways, sum eisini júst er komin úr Føroyum. Nú kemur so tann keðiligi parturin, har vit skulu standa og bíða eftir viðførinum. Á skíggjanum stendur, at føroyingarnir eisini skulu heinta sítt viðføri her við rulliband nr. A5. Kuffertini byrja at koma. Summi nýggj, summi gomul, onkur holut, fleiri stór, nøkur lítil, flestu døkk í liti, okkurt deiliga reytt, onkur ryggsekkur... men hvat er hatta? Nú kemur okkurt heilt øðrvísi, pikkalítið, myrkt við reyðum strikum, hvørki fuglur ella fiskur . . . men ein gjøgnumskygdur posi við tveimum seyðarhøvdum í. Tey hildu seg eiga alla verðina, hesi bæði deiligu svørtu seyðarhøvdini, sum komu rullandi eftir bandinum sum var tað tað mest náttúrliga av øllum. Tey flestu lótust ikki um vón, onkur lat sum luft. Eg flenti. Eg var lend í øllum góðum. Eg elski teg Føroyar. Og seyðarhøvd.