Skotland-Týskland
Talan varð um ein sera spennandi dyst, tá komandi mótstøðumenninir hjá Føroyum úr Týskallandi vóru á vitjan hjá Skotlandi.
Skelkaðir um móttøkuna
Fyri skotska landsliðsvenjaran, Berti Vogts, vakti dysturin helst serligar kenslir, nú hann sum kunnugt hevur venjari hjá týskarum í drúgt áramál, og tað var eisini sjónligt, at hann hevði megna at lyft bæði leikarar og áskoðarar sínar til ein dyst av teimum heilt stóru.
Sambært týskarum sjálvum, so vóru teir skelkaðir mest sum alt fyri eitt, tá teir komu inn á leikvøllin. Kenda Tartan-army hjá skotum hevði veruliga fyrireikað seg til stóra slagið, og trýstið frá mannamúgvuni mundi kennast inn á vøllin, og her høvdu skotar eisini yvirtakið.
Týskarar megnaðu snøgt sagt ikki at koma nær námind skotska málinum fyrstu longu løtuni, men fyrstu ferð vandi var á ferð, kostaði tað eisini. Torsten Frings sendi bóltin innfyri, og her sýndi Fredi Bobic, at hann í øllum førum er ein harri, sum ansast skal eftir, tá hann kanónstútaði bóltin í kassan.
Ein skuldi kanska hildið, at hetta fekk skotarnar at setast meira afturá, men tað var júst tað, sum ikki hendi. Heldur settu teir enn meira trýst á týska liðið, sum als ikki fekk sítt spæl at koyra, men einamest mátti hugsa um at rudda fyri egnari hurð. Tvær ferðir var eisini um reppið, at týskarar javnaðu, men fyrst megnaði Jens Jeremias at rudda tætt inni undir málinum, og seinn iskeyt Steven Crawford framvið úr góðari støðu.
Upporin javnleikur
Eftir steðgin helt alt fram í sama lag. Skotar trýstu og trýstu, og týskarar høvdu alsamt verri við at fylgja við ferðmikla spælinum. Ikki minst 23 ára gamli Kenny Miller, sum higartil hevur havt ein hampuliga anonyman leiklut í næstbestu ensku deildini við Wolverhampton, gjørdi um seg. Fleiri ferðir vóru verjuleikararnir um ein háls av kviku driblingum hansara, men tað átti tó at verið liðfelagin, Colin Cameron, sum skuldi havt javnað. Hetta eftir at Stephen Crawford fyrst hevði roynt seg við skoti, sum Kahn bert fekk blokerað, men tá hann síðani stútaði tvørtur um til ein púra leysan Cameron, rakti hesin ikki so mikið sum bóltin.
Tað var kanska líkt til, at Týskland enn einaferð skuldi vinna ein tepran sigur, tí hóast støðugt trýst, so byrjaðu skotsku møguleikarnir at fækkast. Dramatikkurin var tó framvegis í hásætinum, og bæði Michael Ballack og Christian Dailly vóru hepnir bert at fáa gult kort, tá Ballack at enda var vorðin væl og virðiliga irriteraður av støðugu mansverjuni frá West-Ham leikarunum. Men 20 minuttir fyri leiklok, fekk Miller áskoðarafjøldini at geyla gleði sína út um alt Glasgow. Camoron tók sær skjótt av einum frísparki, og áðrenn týska verjan hevði skipað seg, hevði Miller smoygt sær ígjøgnum og sent bóltin inn um ein sakarsleysan Oliver Kahn í málinum.
Týskarum so vant, so reistist liðið nakað seinastu minuttirnar, og við nakað av hepni, so kundu teir kanska eisini fingið eitt avgerandi mál, men hóast bæði Schneider og Wörns vóru nær við, so vildi hetta helst verið ov mikið av tí góða.
Tí týskarar spældu als ikki nakran góðan dyst. Ikki minst mundi tað koma dátt við, at leikararnir á liðnum høvdu somikið ilt við at fylgja við ferðini á skotska spælinum. Nakað sum týsk lið annars aloftast væl eru før fyri.
Hinvegin skerst ikki burtur, at javnleikurin í hesum dystinum í sjálvum sær ikki er nakað vánaligt úrslit fyri Týskland, og kunnu teir so fáa trý stig til høldar í Føroyum, so munnu Völler og hansara menn vera líka glaðir um, hvat áskðarar og tíðindafólk halda. Fyri týskar professionellar er tað aloftast úrtøkan sum telur, og so leingi Týskland hevur kós móti endaspælinum, er alt annað helst líka mikið í teirra hugaheimi.
Skotland ? Týskland 1-1 (0-1)
0-1: Fredi Bobic, 23
1-1: Kenny Miller, 70
Skotland: Douglas - Ross (75. McNamara), Pressley, Webster, Naysmith - Devlin (61. Rae), Lambert, Cameron, Dailly - Crawford, Miller (90. Thompson)
Týskland: Kahn - Friedrich, Worns, Ramelow - Rau (57. Freier), Schneider (86. Kehl), Jeremies, Ballack, Frings - Klose (75. Neuville), Bobic