Ferðavinna
Ikki bert peningaliga og ítróttarliga hevur lutakastið til EM undankappingina í fótbólti nógv at siga. Føroysk ferðavinna kann eisini mennast av hesum, og eru Týskland, Skotland og Ísland lond, ið longu nógv er samstarvað við.
? Longu dagin eftir lutakastið vendi ein týsk ferðaskrivstova sær til okkara fyri at fáa nágreiniligar upplýsingar um Føroyar, sigur Heri Niclasen á Ferðaráði Føroya.
? Týskland og Skotland eru jú fótbóltstjóðir burturav, so ein kann vænta, at milliónir av menniskjum fara at venda áhuganum ímóti Føroyum fyri at vita, hvat hetta er fyri eitt land.
Nú er ætlanin at savna marknaðarføringsfólkini hjá Smyril Line og Atlantic Airways soleiðis at støðan verður gagnnýtt á bestan hátt. Bæði Smyril Line og Atlantic Airways hava longu faldarar úti í Týsklandi og Skotlandi, og Ferðaráðið hevur eisini faldarar um Føroyar bæði á týskum og enskum.
? Hetta kann avgjørt koma at økja um tali av ferðafólkum úr Týsklandi og Skotlandi, heldur Heri Niclasen.
? Talan er um eina øking av samstarvinum vit hava við hesi lond, og vit ætla heilt vist at fáa sum mest burturúr. Nú verður tað allarhelst ikki fyrr enn næsta ár, at Føroyar skulu spæla hesar dystir, so vit hava góða tíð, men best er altið at vera úti í so góðari tíð sum gjørligt. Tosast skal nú um hetta innanhýsis við Atlantic Airways og Smyril Line, so hetta kann marknaðarførast á rættan hátt, tað verið seg við fjølmiðlum, ferðaskrivstovum og øðrum.
? Komandi árið verður eitt spennandi ár, sigur Heri Niclasen at enda.