Týskari í geglið eftir bardaga

Sunnukvøldið varð ein týskur sjómaðurin tikin av løgregluni í Havn eftir bardaga í Tórshøll

 

Um midnáttarleitið sunnukvøldið fóru tveir mans til hendurs í klubbanum, Tórshøll, í Havn.

Annar maðurin var føroyingur, meðan hin var ein týskur sjómaður, sum hevði leitað sær ein túr í býin sunnukvøldið. Menninir gjørdust so heitir, at tað endaði við bardaga teirra millum.

Løgreglan varð boðsend, og tá løgreglumenninir komu á staðið, royndi týski sjómaðurin at flýggja av staðnum. Løgreglan fekk tó fatur á manninum, sum varð handtikin og settur í geglið.

Passið hjá sjómanninum var drigið inn, og fyrrapartin í gjár skuldi maðurin til avhoyringar á Politigarðinum í Havn. Maðurin verður helst ákærdur fyri hendingina sunnukvøldið, og meðan løgreglan gjørdi sítt arbeiðið slapp týski trolarin ikki avstað av Havnini.

Føroyingurin, sum stríddist við týska sjómanninum, var kannaður av lækna, men skaðin var ikki álvarsamur.