Um fjúrtan dagar fer Angela Merkel til Grønlands saman við danska forsætisráðharranum. Á ferðini fara Angela Merkel og Anders Fogh Rasmussen at vitja Ilulissat, har Hans Enoksen, landsstýrisformaður, og onnur fara at vísa teimum, hvussu stóra ávirkan veðurlagsbroytingarnar hava í Grønlandi.
Hetta er aðru ferð í summar, at danski forsætisráðharrin er í Grønlandi við gestum, sum vilja sleppa at síggja ávirkanina av veðurlagsbroytingunum. Fyrru ferð var fyri einum góðum mánað síðani, tá hann og José Manuel Barroso, formaður í ES-Nevndini, vóru í Grønlandi.
Hesaferð fer forsætisráðharrin kortini ikki bara til Grønlands at hyggja at ísinum. Tá Angela Merkel er farin heimaftur, skal forsætisráðharrin á tann árliga ríkisfundin við Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard, løgmann. Fundurin hesaferð verður í Grønlandi.
Forbundskansler Merkel forlader Grønland fredag den 17. august, hvorefter Anders Fogh Rasmussen deltager i det årlige rigsmøde med Grønlands landsstyreformand og Færøernes lagmand, oplyser Statsministeriet.