Hóast tað vanliga ikki er tað heilt stóra miðlaljósið á fótbóltsliga partin av olympisku leikunum, so er heimsins størsta ítróttargrein sjálvandi eisini umboðað í heimsins størstu ítróttarkapping. Tó stilla luttakandi londini ikki upp við sínum bestu liðum, tí at talan er um U23-kapping, har bert tríggir spælarar, sum eru eldri enn 23, sleppa at spæla við hvørjum landi.
Í nátt eru síðstu bólkaspælsdystirnir spældir, og nú er klárt til kvartfinalurnar.
Í bólki A høvdu brasilsku vertirinir knívin á barkanum undan síðsta bólkaspælsdystinum ímóti dønum. Brasilia hevði spælt 0-0 í báðum sínum fyrstu dystum ímóti Suðurafrika og Irak, og sostatt vóru brasiliumenn trýstir at vinna, tá ið spælast skuldi ímóti Danmark í nátt. Brasilia handfór tó trýstið á meistarligan hátt og vann heili 4-0. Sostatt vinnur Brasilia bólk A við fimm stigum, meðan Danmark eisini kemur víðari úr bólkinum við fýra stigum.
Í bólki B bar onki til hjá Svøríki, sum bert fekk eitt stig í dystum ímóti Nigeria, Kolumbia og Japan. Nigeria og Kolumbia komu víðari úr hesum bólki.
Í bólki C fekk Fiji ein stórt slag undir vangan av Týsklandi í gjár - Týskland vann nevniliga heili 10-0. Sjálvsamt er, at bert tríggir mans skoraðu hesi mongu málini. Serge Gnabry skoraði tvey, Max Meyer trý og síðani skoraði framherjin, sum hevur eitt navn, ið ikki sørt líkist einum føroyskum ella donskum navni, Nils Petersen, skoraði fimm mál.
Saman við Suðurkorea kom Týskland víðari úr bólki C. Fiji tapti allar sínar tríggir dystir og má ferðast heim við einari málúrtøku, sum sigur 1-23.
Í síðsta bólkinum, bólki D, kom tað sera óvart á, at Argentina ikki megnaði at spæla seg víðari. Portugal og Honduras komu víðari úr hesum bólkinum.
Fjórðingsfinalurnar ímillum tey síðstu átta, sum eru eftir í kappingini, blíva spældar leygardagin. Tá eru dystirnir hesir:
Portugal-Týskland
Nigeria-Danmark
Suðurkorea-Honduras
Brasilia-Kolumbia