Eisini kom fram, at hann helt tað vera í fínasta lagi, at hann fyri ári síðani hevði samanborið eina semju í samgonguni við ta tiltiknu Krystallnáttina - náttina, sum var byrjanin til jødatýningina.
Nakrir av Eidesgaardsa lærusveinum hava tikið hesi meistarans orð til sín og endurtikið tey í bløðunum. Onkrir av vatnberarunum í flokkinum halda enntá teir føroyingar, ið ikki góðtaka slíkan vitleysan málburð, vera fullar í sjúkligum hatri.
Veri teir glaðir fyri, at Jóannes Eidesgaard ikki er politikari í Tðsklandi.
Eftir øllum at døma eru týskarar meira hatskir enn føroyingar, tí í Týsklandi hevði Jóannes Eidesgaard verið revsaður fyri slík úttalilsir. Í Týsklandi er bannað við lóg at trivialisera jødatýningina, nakað sum Jóannes Eidesgaard so sanniliga hevur gjørt seg sekan í, annaðhvørt tað nú er medvitið ella í blektaðum bðttiskapi og fákunnu. So mætir menn sum Churchill og Jeltsin hava sannað, at ringt er at tosa beint frá livrini, tá ið hon liggur í spritti.
Fleiri EU-lond umhugsa at samtykkja líknandi lóg sum ta týsku viðvíkjandi jødatýningini.