Tá stjørnurnar vóru forkunnugar

Í dag er EM-endaspælið bert enn eitt fet í stjørnusettu paradunum, sum síggjast á skíggjanum alt árið. Í so máta var tað meira forkunnugt, tá stjørnurnar bert sóust annað hvørt ár

Premier League, Seria A, Bundesliga og la Primera eru í dag gerandiskostur hjá sofa-venjarum kring alt Europa. Stjørnusettu europisku stórfeløgini trína hvønn dag inn í stovur okkara, og so kann hyggjarin við einum knappatrýsti velja og vraka ímillum, hvørjum hyggjast skal eftir.


Kendu úrslitið

Í so máta er EM-endaspælið bert enn ein viðfáningur í rúgvusmikla fótbóltsmeldrinum. Eisini hóast HM- og EM-endaspøl framvegis verða roknað sum hæddarpunktið á einum drúgvum kappingarári.

Í so máta slapp nostalgi’in í hásæti, filmurin um donsku dynamit-dreingirnar varð vístur á hvíta løriftinum herfyri.

Tí fyri ein fótbóltselskandi føroying vóru tíðirnar tá als ikki tær somu. At síggja útlendskar dystir beinleiðis var als ikki aktuelt, men væl varð kortini fylgt við, hvussu gekst donsku dreingjunum. Útvarpið samsendi við DR, soleiðis at lurtast kundi eftir dystunum beinleiðis, og kvøldið eftir bara so til at seta seg við kassan at síggja, hvussu leikur fór. Eisini hóast tú longu tá visti, hvussu úrslitið bleiv. Og hóast tú visti, at dómarin fór at døma nýtt brotsspark, tá Laudrup brendi, ella at Elkjær fór at sparka seinasta brotssparkið móti Spania langt upp um tvørtræið.

Og tað var framvegis eins spennandi. Bara tað at síggja Elkjær, Laudrup, Lerby stríðast móti fantastiska Platini, blaðunga Scifo og altíð vandamikla Ceulemans var í sjálvum sær upplivingin. Hetta vóru nøvn, sum tú annars bert kundi lesa um í mánadagsútgávuni av Ekstra Blaðnum, ella kanska í Tipsblaðnum, sum tá framvegis kundi keypast fyri rímiligan pening her á landi.


Ógloymandi løtur

Tíðin við forskotnu sendingunum hvarv tó eftir EM-endaspælið í ’84. Longu til næstu HM-undankappingina bar til at síggja danska dynamittið beinleiðis, og hóast krútið var blivið nakað vátt, tá EM í ’88 stóð á skránni, so var áhugin framvegis stórur.

Enn vóru stjørnurnar á skíggjanum forkunnugar, og ferð eftir ferð kundi hyggjarin bergtakast av ótrúligu avrikunum, sum vórðu sýnd. Hesa ferð vóru Gullit, van Breukelen og van Basten hetjurnar á einum blómandi hollendskum landsliði. Og kanón-fluktarin frá van Basten úr spískum upp um ein spraklandi Dassajev í russiska málinum er væl ein tann vakrasta løtan í altjóða fótbóltssøguni.

At núverandi ítróttarblaðmaðurin seinni sama summar kundi síggja nakrar av stjørnunum við egnum eygum, tá dreingjalið hjá B68 var í júst Hollandi, gjørdi ikki løturnar minni ógloymandi.


Tá ríkið var eitt

Hóast føroyska landsliðið hevði trinið á altjóða pallin við einum braki, so fer endaspælið í ’92 altíð at standa fast í minninum hjá øllum í danska ríkinum.

Tá eitt feriurakt danskt landslið slapp við til endaspælið, tá Juguslavia varð leikbannað av altjóða samfelagnum, mundi sjálvt tann ídnasti klapphatturin ikki gera sær stóru vónirnar um, at talan skuldi verða um ríkastu løtuna í danskari fótbóltssøgu.

Men eftir eina laka byrjan stóð alt ríkið brádliga á einum enda. Eftir at donsku feriugestirnir høvdu ordnað fronsku favorittarnar og hollendsku europameistararnar boygdi Útvarpið seg fullkomuliga, soleiðis at núverandi flogstjórin varð sendir yvir at siga frá dystinum hjá OKKUM móti týsku heimsmeistarunum.

Hvørki fyrr ella síðani munnu føroyingar hava kent seg so danskar, sum hetta juni-kvøldið. Og tó at viðurskiftini mundu kólnað nakað nógv, tá bankabjargingin seinni varð sett á dagsskrá, so stendur hetta minnið enn sterkt hjá teimum flestu.


Nostalgi’in er burtur

Seinni hava endaspøl so sanniliga eisini havt sínar ríku upplivingar. Fótbóltsliga varð endaspælið í Onglandi í 1996 rík uppliving, og spenningurin var intensur, tá Italia og Frakland tókust í 2000. Og so gjørdu grikkar mest sum dønum kynstrið eftir, tá teir fullkomuliga óvæntað ognaðu sær heitið seinast.

Men hóast fótbóltskynstrini framvegis raka absolutta toppklassan av og á, so verður nostalgi’in neyvan tann sama aftur. Heimsstjørnurnar eru í dag gerandiskostur á skíggjanum. Ein Ronaldo kann næstan bara skuffa, tá hugsað verður um tað, sum hann longu hevur prógvað. Og tað sama kann væl sigast um Ribery, sum øll rópa skal lyfta arvin eftir Zidane.

Í so máta er upplivingin kanska ikki tann stóra, sum hon áður hevur verið. Men hóast alt man hon vera somikið stór, at næsti lítli mánaðurin í stóran mun verður nýttur á sofuni.