Túsundárahaldið er av

Tað var ein sera fjølbroytt gudstænasta í Dómkirkjuni í Havn nýggjársdag. Umframt kantatuna hjá Kára Bæk og prædiku frá Bjarna Bæk var eisini lovsongur frá hvítusunnusamkomunum at hoyra, og aðrar samkomur høvdu síni innlegg. Bert spell, at kirkjan ikki var full á hesi fagnaðargudstænastu

Gudstænastan í Dómkirkjuni nýggjársdag fekk heitið fagnaðargudstænasta. Hetta var tí, at hon markerar endan á einum fagnaðarári, har tað hevur verið hátíðarhildið, at Føroyar hava verið kristnar í 1000 ár.

Tað var mikið kjak um, hvørt Føroyar vórðu kristnaðar í ár 999 ella í ár 1000. Komið varð tó fram til, at fagnaðarárið skuldi vera í ár 2000, sum nú er farið afturum bak.

Stýrisbólkurin, sum hevur staðið fyri at skipa fyri og samskipa øll tiltøkini, hevur havt hendurnar fullar, tí sera nógv ymisk tiltøk hava verið á skránni.

Krúnan varð sett á verkið í Dómkirkjuni, har skipað varð fyri fagnaðargudstænastu við luttøku frá fleiri trúarbólkum.

Fyri einum ári síðani var eisini fagnaðargudstænasta í Dómkirkjuni. Tá varð hetta fagnaðarárið sett við luttøku av øllum teimum, sum hava luttikið.


Fjølbroytni

Tað, sum eyðkendi gudstænastuna, var fjølbroytni.

Lagt var fyri við kantatuni "Harri Vár Dráttin" hjá Kára Bæk. Kantatan er fyri sopransolo, kór, tvær trompetir og tvær trombonir.

Um fólkið ikki fylti kirkjuna hetta kvøldið, so fylti hesin tónleikurin so sanniliga kirkjuna. Kári Bæk var sjálvur leiðari. Tað var eisini stuttligt at síggja mann, konu og dóttir í saman. Kona Kára, Marjun Bæk, og dóttirin ,Kristin, vóru við í kórinum.

Síðani var vanligur sálmasangur aftur sungin, áðrenn deknur og bispur sluppu framat.

Við í fagnaðargudstænastuni vóru eisini umboð úr øðrum trúarbólkum. Hesi settu eisini sín dám á gudstænastuna.

Katólski diakonurin Christian Gabrielsen las fyrsta evangeliið. Presturin í Adventistakirkjuni, Jens Vilhelm Danielsen, las úr Josva kapittul 8, tá ísraelsfólk fór yvir um Jordan ánna. Hann legði í sínari talu dent á, at Gud framvegis ikki hevur slept valdi og ávirkan síni á søguna.

Síðani bar eitt lítið kór úr hvítusunnusamkomunum fram lovsong. Tað er ikki á hvørjum degi, at so lívligur tónleikur er at hoyra í fólkakirkjuni, og tað var stuttligt at síggja.

At enda prædikaði Bjarni Bæk, og Frelsunarherurin spældi horntónleik.

Bjarni Bæk segði í prædiku síni, at vit halda fram við óttaleys at tæna Gudi, og at vit líta á, at Harrin fer at fullføra gerning sín í Føroyum.

Hann legði harumframt dent á, at hóast tey hava verið ymisk, so hava tey staðið saman í hesum fagnaðarári.


Torførar arbeiðsumstøður

Stýrisbólkurin, sum hevur fyrireikað túsundárahaldið, varð settur í november 1997. Tá varð farið undir at fyrireika fagnaðarárið.

? Tað hevur verið ógvuliga torført hjá okkum at leggja tær endaligu ætlanirnar, tí vit hava ikki altíð vitað, hvussu nógvan pening vit hava havt tøkan, sigur Niklas Foldbo, sum hevur verið í stýrisbólkinum.

? Tað torførasta hjá okkum hevur verið, at hava samsvar millum tiltøkini og peningin. T.d. fingu vit ikki endaliga trygd fyri teimum seinastu pengunum fyrr enn í september í ár, sigur Niklas.

Hann sigur eisini, at eftir umstøðunum er hann væl nøgdur við tað, sum stýrisbólkurin og ráðið hevur fingið at skafti, síðan tey byrjaðu.

Um hann skal taka nakað tiltak fram, sum nakað serligt, so er tað sunnudagsskúlin á Svangaskarði, har 5000 fólk vóru komin saman ein fagran summardag og fagnaðargudstænastuna, sum var í Dómkirkjuni á hvítusunnu, har fleiri danskir bispar luttóku.