Hóast Havnar Kirkja ikki var so stúgvandi full hvítusunnumorgun, sum tey flestu høvdu væntað, eydnaðist høvuðstiltakið heilt væl, sigur Johanna Hansen, sum situr á skrivstovuni hjá Túsundárahaldinum.
Alt klappaði og gekk, sum tað skuldi, sigur hon. Biskupsvitjanin í Kirkjubø varð flutt eitt sindur, og flutt varð runt við onkrum smávegis, men tað darvaði ongum, sigur Johanna Hansen.
Biskuparnir vóru í Kirkjubø hvítusunnuaftan, har teir fingu søguliga frágreiðing um staðið sum heild og Múrin serliga. Í Kirkjubø var tað Kirsten Eliasen, sum greiddi frá tí søguliga, meðan Petra Iversen sang Kingo fyri gestunum.
Vitjað varð á gamla garðinum, har Sólvá og Páll Patursson buðu kaffi og pannukøkur.
Um kvøldið vóru fremmandu gestirnir saman við drotningini og øðrum í Norðurlandahúsinum, har skipað varð fyri mentanarkvøldi.
Føðingardag kirkjunnar, hvítusunnudag, varð so sjálvt høvuðshátíðarhaldið, tá farið varð til hámessu í Havnar Kirkju.
Hans Jacob Joensen, biskupur, prædikaði, og til staðar vóru millum onnur Margretha drotning og Heindrikur prinsur, umframt teir nógvu útlendsku biskuparnar og aðrar fremmandar gestir.
Sum vanligt er í slíkur førum, var prædikan hjá bispi umsett, soleiðis at útlendingarnir kundu fylgja við, tí Hans Jacob Joensen prædikaði á føroyskum.
Johanna Hansen, á skrivstovuni hjá Túsundárahaldinum, sigur, at alt gekk upp á stás. Har var einki, sum ikki riggaði, sigur hon.
Ofta er tað soleiðis, tá slík høvi eru, at eitthvørt kór er við. Og soleiðis var eisini hesaferð. Tórshavnar Kamarkór, undir leiðslu av Hans Paula Tórgarð, sang undir hátíðarguðstænastuni, sum varð sjónvarpað til hini Norðanlondini. Millum annað sang kórið eitt nýtt verk, sum Bjarni Restorff hevur gjørt við íblástri frá miðaldarsálmasangi.
Johanna Hansen sigur, at hóast høvuðshátíðarhaldið á hvítusunnu nú er farið afturum, heldur Túsundárahaldið fram árið út. Eitt nú verður framsýningin hjá Palla Gregoriussen um føroysku kirkjurnar at síggja kring landið. Í summar fer hon at fylgja stevnunum, sigur Johanna Hansen.
Dagin eftir ólavsøku verður eitt serligt tiltak í samband við Túsundárahaldið úti í Fugloy. Tá fer Jógvan Fríðriksson, prestur, at halda fyrilestur í Hattarvík, eins og okkurt kór fer at luttaka. Enn ber tó ikki til at siga heilt víst, hvat kór talan verður um, sigur Johanna Hansen.
Eisini aðrastaðni í landinum hava fólk hildið túsundárahaldið eitt sindur øðrvísi enn ein vanligan hvítusunnudag.
Úr Tjørnuvík frætta vit, at kirkjuráðið beyð allari bygdini til døgurða í byrgdarhúsinum eftir guðstænastuna hvítusunnudag. Og tað gekk betri enn í líknilsinum um stóru kvøldmáltíðina. Her komu øll, frættist úr Tjørnuvík.ru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtikið, sigur hann.
Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek.
Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga.
? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku.
? Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi.
? Og roknskapirir hjá feløgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av.
? Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við.
Ikki góðkent áðrenn
Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var ?góðkent? áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina?
? Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit.
? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið.
? Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen.
? Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýsingar og teir fingu vit.
Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir.
? Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boðin út, tí í hesum sambandinum er tað kanska neyðugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt.
? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini.
Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum.
? Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt.
?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd.
? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part.
? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum.
Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið.
Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verður E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein føroyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her.
?Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarformaðurin afturat.
Breyt tagnarskylduna
Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum.
?Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. ? Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin umboða okkum í sambandi við vegagerðina. ? Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtingslógin um tunnilin varð samtykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsarbeiðnum.
? Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu.
? Men tíverri má eg ásanna, at Landsverkfrøðingurin hevur brotið hesa tagnarskylduna, tá ið hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe.
? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Petersen framum.
? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu okkum.
?Men tá ið Landsverkfrøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmælið.
? Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingarnar. Sostatt mugu vit staðfesta, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi.
?Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta tilboðnum fyri at útvega okkum teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt útvegað okkum.
Klæmint Weihe vísir eisini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið.
? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið.
Onki politiskt trýst
Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlanina, hevur vágatunnilin ongantíð havt samband við politiska valdið og hevur ongantíð merkt nakra politiska uppílegging.
? Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe.
Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burturstaddur.
Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe.
Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað?
?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast.