Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at tað sleppa túsund áskoðarar til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Russlandi, sum verða fríggjadagin og sunnudagin í høllini á Hálsi.
Hondbóltssambandið setti atgongumerkini til sølu mánadagin og enn eru atgongumerki eftir. Túsund atgongumerki verða sett til sølu. Áskoðararnir koma at sita í tveimum ymiskum pørtum av høllini.
Atgongumerkini kosta 150 krónur og kunnu bert keypast á netinum, umvegis leinkju á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum, sum er hsf.fo.
Føroyar og Kekkia spæla fríggjadagin klokkan 19.45, og Føroyar og Russland spæla sunnudagin klokkan 17.00. Føroyar spæla í kvøld í Russlandi. Dysturin byrjar klokkan 17.30 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.