Tá Sundaberg sakk

Nýggja bókin verður løgd fram í Klaksvík sunnudagin

Tað var ein kvøkkur fyri allar Føroyar í 1972, tá tað frættist, at trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Allir blivu bjargaðir, og ongin fekk fysiskt mein av hendingini.
Í bókini ”Tá Sundaberg sakk” siga menn, ið vóru við Sundaberg, søguna um hendingina fyri meira enn fjøruti árum síðani.
Tað er Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bókina, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út.
Sunnudagin kl. 16.30 verður bókin løgd fram í Býráðshøllini í Klaksvík. Palli Ziskason, vinnu- og mentanarstjóri bjóðar vælkomin, borgarstjórin Jógvan Skorheim sigur nøkur orð, og Anfinn Nelsen, sum gjørdi sang um Sundaberg, fer at syngja sangin. Eisini verður felagssangur og annað á skránni.
(Jón Tórður hevur mynd av bókini)