Modena, Italia: Føroyska liðið hevði sína seinastu venjing undan dystinum á stadion-økinum í Modena seinnapartin í gjár. Men tað tóktist tó ikki, sum var føroyska liðið í sjálvum sær so ógvuliga spennandi. Umframt føroysku miðlarnar, so vóru fýra føroyskir áskoðarar at síggja, meðan einstøk italsk tíðindalið eisini fylgdu við.
Størsta áhugan millum italiumenn hevði annars Rógvi Jacobsen, sum jú var føroyski málskjúttin, tá Italia vitjaði hjá okkum. Aðrir føroyingar tóktust ikki hava tann heilt stóra áhugan, og tað var eingin ivi um, hvørjum bíðað varð eftir. Hálvan tíma eftir, at føroyska liðið hevði vant, skuldu italsku stjørnurnar á vøllin. Og so byrjaði at tyrpast inni á stadion. Tá stjørnurnar so fóru undir sínar venjingar, mundi áskoðaratalið liggja um tey 3.000, og á leið hundrað tíðindafólk umboðandi ymsu miðlarnar høvdu eisini úr at gera við at taka myndir, senda ljóð o.s.fr.
Onkur í føroyska ferðalagnum tók skemtandi til, at við ganginum, sum áskoðararnir góvu frá sær, bara teir sóu onkran av spælarunum, so verður ikki inniverandi á leikvøllinum, um Italia fær mál í kvøld. Tá verða røddirnar á leið 25.000 í tali, og eingin ivi er um, at hesi fyrst og fremst vilja heiðra sínum egnum.