Teilendsku myndugleikarnir noyddust at steingja altjóða floghavnina í høvuðsstanum í gjár, tá fleiri túsund mótmælisfólk otaðu seg inn í floghavnina og steðgaðu øllum virksemi har. Síðani hava fleiri túsund ferðafólk sitið í floghavnini og bíða eftir at sleppa avstað, men í morgun gjørdu myndugleikarnir av at flyta ferðafólkini burtur.
Vesturlendsk tíðindafólk søgdu frá bussum, sum fluttu troytt ferðafólk úir floghavnini. Hildið verður, at meiri enn 3.000 ferðafólk vóru í floghavnini, tá mótmælisfólkini otaðu seg inn hagar, og bara í gjár vórðu umleið 80 fráferðir avlýstar. Millum flogførini, sum ikki sluppu avstað, var eitt hjá SAS við ferðafólki, sum skuldu heimaftur.
Fólksins Demokratiska Rørsla, sum stendur fyri mótmælunum í Teilandi, sigur, at limir hennara verða verandi í floghavnini, til Somchai Wongsawat, forsætisráðharri, leggur frá sær.