Túsundtals póllendingar fylgdu forsetahjúnunum

Polskir og útlendskir leiðarar vóru hjástaddir, tá polsku forsetahjúnini Lech Kaczynski og Maria fór til gravar seinnapartin. Men øskan frá gosinum í Íslandi gjørdi, at fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar, sum høvdu ætlað sær til Póllands at fylgja, máttu setast aftur. Teirra millum var amerikanski forsetin, Barack Obama.

Forsetahjúnini doyðu í einari flogvanlukku við russiska býin Smolensk fyri átta døgum síðani.

Russiski forsetin, Dmitri Medvedev, var komkin til Krakow at fylgja, og polski kardinalurin Stanislaw Dziwisz takkaði í jarðarferðarmessuni Russlandi fyri samhuga í sambandi við vanlukkuna.