Tí tóku vit báðar ikki undir við keypinum

Á býráðsfundinum í gjár samtykti Tvøroyrar Kommuna at keypa fiskaplássið, Seglloftið, Pubbina og tvey pakkhús á Tvøroyri. Vit báðar gleðast sjálvandi um, at áhugin er so stórur fyri at varðveita friðaðu bygningarnir, tí teir innihalda eitt serstakt søguligt virði, sum er umráðandi fyri samleika býanna.

 

Tá tað er sagt, so vóru vit ikki sannførdar um, at kommunan var tann rætti keyparin av hesum bygningunum.  Í fyrstu atløgu áttu vit heldur at virka fyri, at Tjóðsavnið kundi yvirtikið bygningarnir, sum fyri okkum tykist vera upplagt, um bara politiskur vilji er til tess. Havandi í huga, at Tvøroyrar Kommuna hevur tveir landspolitikkarar, so áttu vit at havt ein risa fyrimun á hesum økinum fyri at fáa landið at spæla við.

Mangan hevur verið tikið til, hvussu umráðandi tað er, at vit hava ein borgarstjóra, sum eisini er umboðaður landspolitiskt, tí tað kann verða ein fyrimunur. Í gjár kundu vit brúkt møguleikan, men málið bleiv heldur skundað ígjøgnum og Tvøroyrar Kommuna situr nú einsamøll eftir við rokningini.

Gamaní, um Tvøroyrar Kommuna var serstakliga væl fyri fíggjarliga, so høvdu vit ikki havt nakað sum helst ímóti keypinum, men soleiðis er støðan ikki. Sum býráðspolitikarar er tað okkum álagt at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk og eiga vit at ansa eftir, at vit ikki ovbyrja kommununa fíggjarliga. Rásarúmið hjá Tvøroyrar Kommunu er eisini sera avmarkað í mun til økisábyrgdina. Harafturat liggur nógv á láni, sum eigur at verða raðfest framum eitt nú keyp av søguligum bygningum.

Sambært uppgerð hjá Hagstovu Føroya fyri 2019, so er Tvøroyrar Kommunan tann kommunan, sum hevur næst størstu útreiðslur pr. íbúgva í landinum. Tað er 60 t.kr. pr. íbúgva. Til samanberingar hevur eitt nú Porkeris Kommuna 34 t.kr. útreiðslu pr. íbúgva. Útlitini benda á, at hendan upphæddin fer at hækka enn meiri; eisini havandi í huga, at vit hava bundið okkum til at reka komandi Vatnítróttarstøðina, sum er ein sólskinssøga fyri býin.

Á býráðsfundinum í gjár blivu nógvir spurningar settir til keypið, tí fyri okkum báðar vóru framvegis nógvir leysir endar í málinum. Mangan hava vit hoyrt borgarstjóran siga, at eitt mál ikki er búgvið til býráðsviðgerð, fyrr enn tað hevur verið í nevnd. Onkursvegna var hetta ikki galdandi í gjár. Spurt bleiv m.a., um fyristingin hevur verið í samráð við Tjóðsavnið? Hvussu nógv fer hetta at ávirka rakstrarkostnaðin? Hvat er endamálið við keypinum? Hvat eru framtíðarætlaninar við bygningunum? Hvat skal umvælast? Hvat er kostnaðurin? Verður pubbin nú niðurløgd um tvey ár? Hevur man umrøtt málið við verkætlanarleiðaran av Pakkhús 18, sum danska stjórnin hevur játtað at stuðla? Eitt ”Húsavarðatoymi” hjá Tvøroyrar Kommunu, sum vit einki vita um, skal viðlíkhalda bygningarnar. Skulu so fleiri fólk setast í teknisku deild? Og ber til at fáa málið viðgjørt í nevnd? Osfr.. Men hóast borgarstjórin hevur arbeitt við málinum í 10 mánaðir, so fingu vit lítið og onki svar uppá spurningarnir, sum blivu settir á býráðsfundinum.

Tað er undurnarvert, at nú tað varð upplýst, at málið fekk sína byrjan í fyrisitingini longu í juni 2020, so bleiv ikki eitt orð nevnt um málið, tá fíggjarætlan bleiv løgd fyri árið 2021 og av tí sama er ikki ein króna avsett í fíggjarætlanini. Vit Javnaðarflokkinum sótu í meiriluta í juni 2020, men eru ongantíð kunnaði um málið, fyrr enn nú, tá kallað bleiv inn til eykabýráðsfund. At onkur ilskaðist inná, at vit settu nógvir spurningar til keypið, er mær ein gáta. Tí vilji hevur als ikki verið sýndur frá borgarstjóranum ella nøkrum øðrum fyri at fáa javnaðarumboðini við í málið ella at taka undir við málinum.

Samtykt varð at keypa bygningarnir fyri 4,4 mio. Fyri at fíggja keypið skal ein eykajáttan veitast og lánið hjá Tvøroyrar Kommunu verður hækkað tilsvarandi. Nýggi meirilutin hevur sitið við valdið í tveir mánaðir og hevur longu samtykt at hækka lánið. Til samanberingar sótu vit í meiriluta í 3 ár, har vit gjørdu stórar og viðkomandi íløgur fyri kommununa uttan at hækka lánið. Størstar av hesum vóru barnagarðurin og vatnbrunnarnir. Næst í rekkjuni er ynski um ein nýggjan skúla, sum kemur at kosta eitt stað millum 100 til 200 mio.

Í samband við lántøkuna skal upplýsast, at sambært Hagstovuni var nettoskuldin hjá Tvøroyrar Kommunu í 2019 tann triðstørsta í landinum pr. íbúgva. Tí eiga vit ikki at hækka lánið, uttan so, at tað er hægst neyðugt. Eitt nú, tá vit skulu byggja nýggjan skúla ella tílíkt. Vónandi fer núverandi fíggjarpolitikkurin ikki at koppa ætlanini um at byggja nýggjan skúla. Forkvinnan í mentanarnevndini upplýsti, at tað fer ikki at henda. So mikið so gott inntil víðari.

 

Við javnaðarkvøðu

Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen