Tíð, tíð, tíð - til at fyrireika í!

Elin N. W. Tausen, valevni á lista E til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
-------

Soleiðis ljómaði sangurin, tá ið pedagogar og hjálparfólk vóru í verkfalli fyrr í vár. Sangurin er tagnaður, verkfallið er liðugt og rætturin til tíð til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum kom í sáttmálan! Men torført hevur verið at funnið rætta mátan at umsita fyrireikingartíðina; og tí eru tað nógv, ið onga tíð hava fingið setta av enn. Men hvat skulu tey nú eisini brúka hesa tíðina til, spyrja fleiri og yppa øksl.
Herfyri helt eg barnaføðingardag. Øll vit foreldur vita, hvat tað krevur, at fáa flokkin heim á vitjan og at tað krevur eitt sindur av fyrireiking. Hendan dagin høvdu umstøðurnar verið soleiðis, at tá ið genturnar komu úr skúlanum, hevði eg ikki gjørt nakran mat. Eg átti tilfarið inni, so eg skundaði mær at koyra lasagnu í ovnin, seta á borðið ... og meðan genturnar ótu, bakaði eg, legði køkur saman, ruddaði av aftur, setti á borðið aftur ... altso eg fyrireikaði føðingardagin, meðan gestirnir vóru til staðar. Sigast skal, at køkurnar eydnaðust væl. Genturnar hugnaðu sær og tað var ein góður dagur. Men hevði eg verið betur fyrireikað, so kundi eg havt verið meira nærverandi og luttakandi.
Hetta fekk meg at hugsa um gerandisdagin á einum dagstovni, sum mangan kann tykjast sum ein óskipaður føðingardagur. Tá ið tíð ikki er sett av til at fyrireika lærutilgongdir, dokumentera, eftirmeta praksis, o.s.fr, so brúkar starvsfólkið burtur av ætlaðu barnatíðini til at útføra hesar uppgávur og tað gongur út yvir dygdina í dagligdegnum. Tí hvussu kanst tú vera ein nærverandi vaksin, samstundis sum at tú hevur aðrar uppgávur? Møguleikar til at fyrireika og skipa námsfrøðiliga innihaldið fer at geva barninum tað, sum øll børn eiga rætt til - eitt dygdargott menningartilboð saman við nærverandi vaksnum, sum eru til staðar og sum kunnu vegleiða børnunum í teimum avbjóðingum og upplivingum, sum tey møta á dagstovnunum.
Og tað var tí, at tað bleiv sungið “Tíð, tíð, tíð - til at fyrireika í”, og ikki: “Frí, frí, frí”, sum onkur kanska helt. Tí starvsfólk hava tørv á reflektera yvir og eftimeta sína egnu praksis fyri at kunna menna tað námsfrøðiliga arbeiðið, og soleiðis geva børnum eitt mennandi og avbjóðandi innihald í degnum. Børnini eru framtíðin ... Tí velja vit at gera íløgur í barndómin.