Tá tað gongur væl, fær skiparin heiðurin - Tá illa gongst fær manningin skuldina

Karl Isaksen, Eyðun Johannesen og Fríðrik Sivertsen
----------------
Nú, 6. januar er Jan Højgaard aftur frammi í Sosiainum, grovari enn nakrantíð, og sum vanligt er trúvirði hansara á sera lágum støði. Hetta eru sum vanligt ósannindi, snaringar og manipulatiónir, sum skulu upphevja hann og seta niður á okkum aðrar í nevndini, í umdømi fiskimanna.
Hann tosar eitt nú um rættarmál. Tað hava verið tvey rættarmál, eitt er tapt og hitt er endað við semju. Hetta seinna málið endaði eisini við, at somu menn mistu kjansin og harvið eisini stórar inntøkur. Hesum hevði verið sloppið undan, um tað tá hevði verið lurtað eftir okkum og sakførara felagsins, sum longu tá mælti til semju. Sum fyrsta uppskot var eitt tal upp á 750.000 kr. á borðinum sama dag, og hevði tað verið eitt frálíkt útgangsstøði hjá okkum at forhandla útfrá. Men nei, her segði okkara formaður »alt ella onki«. Sum øll vita endaðu vit við eini semju upp á 800.000 kr., og við teimum fylgjum hetta hevði fyri manningina, umframt sakførarakostnaðin, ið felagið var noytt at gjalda, og aðrar útreiðslur, ið stóðust av hesum máli, er lítið at ivast í, at hetta ikki eigur at verða ein fjøður í hattinum hjá formanninum.
Tá Jan Højgaard í sínum brævi sigur, at vit einans eru komnir við uppskotum, ið hava til endamáls at lækka hýruprosentið hjá okkara limum, má hetta harðliga afturvísast. Tað einasta vit kenna til hetta, er, at vit vóru við til at leingja fyribilssáttmálan við næstsíðsta Næraberg. Tann sáttmálin var gjørdur av Jan Højgaard, og ætlaður at galda í eitt ár, og ljóðaði hann upp á 17,5%. Vit vildu saman við Jan Højgaard leingja hann sáttmálaskeiðið út, men eftir tveimum mánaðum var Næraberg seldur, og fór tann sáttmálin tí úr gildi tá.
Ikki er óvanligt, at formaðurin leggur nevndarfundirnar til rættis so at ávísir limir ikki fáa møtt. M. a. varð hetta gjørt, tá ALKA málið var fyri.
Eitt annað, vit eru sera ónøgdir við, er at hann fyrst í oktober var í miðlunum og boðaði frá, at ein samd nevnd hevði koyrt ávísar menn úr felagnum.
Sannleikin er tann, at málið hevði als ikki verið fyri á nevndarfundi, sum tað sambært viðtøkunum átti at vera. Nevndin samtykti seinni at ógilda hesa fráboðan, men tann ógildiga fráboðanin er enn at finna á heimasíðu felagsins.
Við seinastu samráðingar hevði Fiskimannafelagið ein langan lista við krøvum til reiðarafelagið, men samstundis sum hann legði tey fram, tók hann meginpartin av teimum aftur. »Hetta er ikki ikki eitt absolut krav« ella »hetta skulu tit ikki taka fyri fult« vóru nakrar av útsøgnunum hjá formanninum undir framløgunum av okkara krøvum. Vit, sum hava rættiliga nógvar royndir í samráðingarhøpi, sótu bara púra býttir og undraðust á hendan hátt at samráðast. Tað var í øllum førum ikki avtalað. Hetta má eisini sigast at vera sera óprofessionelt, og kemur uttan iva at koma okkum aftur um brekkur í einum komandi samráðingum.
Tá ein situr sum leiðari, má uppgávan vera at samansjóða teir menn, tú til eina og hvørja tíð hevur undir tær, og sigast má at tey evnini hevur Jan Højgaard ikki, tíverri.
Til seinast kundi verið hóskiligt at spurt Jan Højgaard, hví hann ikki førir valstríð móti Henrik Old og kemur fram við onkrum ætlanum fyri framtíðina, heldur enn at provokera sínar egnu nevndarlimir.