Thor Sentry
Tað var um 16.20-tíðina týsdagin hin 31. oktober – dagin fyri allahalgannadag, at vaktarskipið, Thor Sentry hjá reiðarínum Thor í Hósvík, sendi út neyðarkall. Skipið hevði fingið ein stóran sjógv í Norðsjónum, sum hevði knúst fimm rútar á brúnni og hevði slitið vanliga sambandið hjá skipinum við umheimin.
Tað var orkan á leiðini, og aldurnar vóru ógvuliga stórar. Mett hevur verið, at aldurnar vóru um 15-20 metrar til hæddar, tá ið harðast leikaði á.
Í ódnini var tað serliga ein sjógvur, sum at vísa seg var óvanliga stórur. Hetta gjørdist eisini ein rættiligur skaðasjógvur. Tá ið herviligi sjógvurin rakti – og rakti meint – fossaði sjógvur inn á brúnna, og øll tann nautiska útgerðin og el-útgerðin til eitt nú stýring av skipinum helt uppat at virka.
Á brúnni reiv brotasjógvurin talvur og leidningar, og tað neistaði úr tí, sum hekk eftir.
Men høvuðsmotorurin slóknaði ongantíð og til bar tí at stýra við neyðróðrinum.
Hjálpin kom
Hóast hart leikaði á, fór manningin tó ongantíð av skipinum, og ivasamt er, um tað yvirhøvur hevði latið seg gera, soleiðis sum ódnin háttaði sær.
Hugsandi er, at einasti møguleiki hevði verið at tikið manningina av við bjargingartyrlu.
Í fyrstu tíðindunum, sum bórust á Portalinum týsdagin, varð sagt, at ein Sea King bjargingartyrla hjá Hovedredningssentralen í Noregi var til reiðar at taka manningina av skipinum. Hendan stóð á einum boripalli nærindis.
Bjargingarleiðarin á Hovedredningssentralen í Suðurnoregi (HRS), Joe Braseth, segði við norskt tíðindablað, at sambært tí, ið frætt er frá manningini umborð á Thor Sentry, er vandi ikki á ferð.
Nærmasti oljupallur, Balderpallurin, er umleið 5 km frá skipinum. Men eingin vandi er fyri, at skipið rekur á pallin.
Eitt supply-skip, Stirl Power, var ikki langt av leiðini, tá ið Thor Sentry kom í havsneyð og sendi út neyðarkall, og tað eydnaðist manningini umborð á Thor Sentry at hava samband við skipið. Hvussu hetta læt seg gera, tá ið vanliga útgerðin var óvirkin, verður greitt frá í samrøðuni við skiparan, sum er aðrastaðni á hesi opnuni.
Tók sína tíð
Í tíðindunum frættist eisini, at manningin umborð á Thor Sentry telir fimm mans, harav skipari og stýrimaður eru føroyingar.
Veðurvánirnar yvir økið søgdu, at veðrið væntandi fór at batna, sum kvøldið leið, men tað tók sína tíð at bíða eftir batanum, sum ikki kom fyrr enn út náttina.
Fyrrapartin dagin eftir stóra sjógvin fór norska bjargingarskipið, Peter Henry von Koss, úr Egersund í Suðurnoregi og vestur ímóti Thor Sentry, og tá ið bjargingarskipið tók yvir, slepti Stril Power, sum í illveðrinum hevði ligið hjá skipinum alla tíðina.
Norska bjargingarskipið fylgdi síðan Thor Sentry inn móti norsku strondini og til lands. Teir kundu sigla sjálvir og stýrdu við neyðstýringini.
Tá ið Thor Sentry kom inn í Egersund í um 18-tíðina mikukvøldið, fór øll manningin í land, og síðan tók norska bjargingarskipið føroyska vaktarskipið upp á sleip niður til Hanstholm í Danmark.
Nevndir í talu
Á minningarhaldi yvir tey sjólátnu á Hotel Tórshavn mikumorgunin, 1. november, nevndi Bjarni Bæk, dómpróstur, Thor Sentry í síni talu.
Hann segði, at fólk eru bangin um teir, sum í hesi løtu eru umborð á Thor Sentry, sum er í illveðri í Norðsjónum.
- Góði Gud, lat ferð teirra enda í øllum góðum, og lat okkum eiga gleðina og tøkkina í hjartanum, tá teir koma aftur, segði dómprósturin á minningarhaldinum.