Tøtt eysturoyaruppgerð

Bæði GÍ og NSÍ høvdu sínar møguleikar, men alt í alt mundi javnleikurin vera á eini leið, tá liðini hittust í Sarpugerði

Fótbóltur

Runavíkingar vóru eitt sindur skerdir, tá teir vitjaðu í Gøtu sunnudagin. Fráveran av Helga L. Petersen og Alexandar Jovevic merktist væl á miðjuni og frameftir, og tó at aðrir leikarar vórðu settir ístaðin, so tóktist tað ganga meira enn tungt fyrstu trý korterini.
Gøtumenn vóru omaná í tí mesta av tí, sum fyrifórst á vøllinum, men kortini var talan um hampuliga fáar upplagdar møguleikar. Tó hevði Súni Olsen nøkur drønandi langskot, sum tó ikki kastaðu mál av sær.
Mál fekk GÍ tó, tá farið var um hálva tíman. Sum ikki einaferð, so var tað leikandi venjarin, Krzystof Popczynski, sum var upp á spæl, og hetta var sum sagt ikki meira enn tað, sum GÍ átti uppiborið.

Hamskiftir
Grundað á gongdina fyri steðgin, so var kanska væntandi, at GÍ í seinna hálvleiki fór at binda orduliga fyri stigaposan, men eins og teir gjørdu fyri viku síðani, so mistu teir takið.
NSÍ eigur sjálvandi sín part av æruni fyri hetta, tí talan var mest sum um heilt annað lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Ikki tí, bara ein útskifting var framd í steðginum, men hugburðurin var fullkomuliga skiftur, og skjótt gjørdist talan um veruligt trýst oman móti GÍ málinum.
Gøtumenn tóktust tó leingi at skula ríða stormin av sær, men eitt korter fyri leiklok fingu gestirnir javnað. Jústinus R. Hansen tók móti bóltinum uttan fyri brotsteigarmarkið, og tá skotroyndin so kom, fekk Hallur í GÍ málinum ikki vart fyri.
Og vóru runavíkingar hepnir, at munurin ikki var størri í steðginum, so vóru teir óhepnir, ikki at standa við øllum eftir dystarlok. Eitt nú hevði Jónstein Petersen rimmar møguleika at vissa teimum sigurin, men lobbari hansara fór bæði upp um Hall og við síðuna av manntóma málinum.

Á góðari leið
Alt í alt mundi úrslitið tó vera á eini heilt góðari leið. Liðini áttu hvør sín hálvleik, og tó at bæði soleiðis kunu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at ogna sær alt, so munnu tey samstundis ásanna møguleikarnar, sum mótstøðan hevði.
Nóg mikið til høgu ambitiónirnar hjá liðunum báðum var eina stigið tó ikki. Her verður tørvur á betri úrtøku, tá liðini fara á vøllin komandi vikuskifti. Tá skal NSÍ á heimavølli taka móti EB/Streymi, meðan GÍ tykist hava møtumikla uppgávu, tá teir skulu takast við oddaliðið av Skála