Tøtt grannauppgerð koppaði heimaliðnum til fyrimunar

1. DEILD: Grannauppgerðin í næstbestu fótbóltsdeildini, sum var á Vágseiði í kvøld, endaði við 2-1 sigri til FC Suðuroy. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er sera væl fyri í kappingini at vinna uppflyting, meðan TB misti í kappingini við AB um næstfremsta plássið.

TB var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik, tá ið tvøramenn vóru greitt omaná og høvdu møguleikar fyri at skora fleiri mál, meðan heimamenninir vóru lítið eyðsýndir. Aron Rasmussen skoraði málið í síðstu løtu áðrenn hvíldina. Eftir langt útspark undan vindinum frá Ivan Stojkovic vann Aron bóltin í kapping við verjuspælara, og hann var tryggur, tá ið hann kom ímóti Stanislav Kuzman.

Í 2. hálvleiki hevði FC Suðuroy lotið undan, og tá broyttist spælbýtið fullkomuliga.

Henning G. Joensen, sum var í álopinum saman við John T. Poulsen, skoraði bæði málini, og í báðum førum var tað við skoti av brotsteigarmarkinum. Hann javnaði til 1-1 í 59. minutti, og sigursmálið skoraði hann í 73. minutti.

Tveir minuttir undan leikloki sá Suni úr Hørg hjá FC Suðuroy gult fyri aðru ferð, og tí varð hann vístur av vøllinum.

Nú øll liðini hava spælt 18 dtystir, er FC Suðuroy topplið við 46 stigum. AB hevur 40 stig, og TB hevur 37 stig. Tað eru bara hesi trý, sum kappast um tey bæði uppflytingarplássini.

 

19. umfar

Sunnudagin 28. august

TB-FC Hoyvík

HB-Skála

EB/Streymur-Víkingur

FC Suðuroy-NSÍ

AB-07Vestur