Fyrstu stigini eru lutað út eftir fyrsta FM róðurin í kappingini millum dreingir í barnaróðrinum.
Tað varð rógvið á 500 metrum, og tað var rættuliga tætt og spennandi millum tríggjar teir fremstu. Títlingur, Havfrúgvin og Drekin kappaðust um fremsta plássið, og teir komu á mál í nevndu røðini. Havfrúgvin er úr Vestmanna, og hinir báðir bátarnir eru frá Havnar Róðrarfelag.
Barnaróður dreingir
1 Títlingur 02:39.08
2 Havfrúgvin 02:39.21
3 Drekin 02:40.09
4 Teistin 02:45.09
5 Jallurin 02:47.06
6 Royndin Fríða 02:50.16
7 Tambar 02:50.20
8 Junkarin 02:51.03
9 Dúgvan 02:55.06
10 Frúgvin 02:56.04
11 Heykur 02:58.05
12 Hulda 03:08.01