Tætt millum tey fremstu

At Nes kommuna fær nýggjan borgarstjóra er einki nýtt. Símun Johannesen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu átta árini, stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð.

Tveir listar vóru í Nes kommunu, ein listi sum varð gjørdur á almennum fundi í skúlanum - og so ein kvinnulisti. Almenni listin fekk fimm fólk vald í bygdaráðið, og kvinnulistin fekk tvey umboð, sum bæði vórðu afturvald.

Hvør nýggjur borgarstjóri verður í Nes kommunu tey næstu fýra árini, er ilt at spáa um.

Hyggja vit eftir atkvøðutalinum hjá teimum fyrstvaldu í nýggja bygdaráðnum, liggja tey sera jøvn.

Jóhannus Danielsen fekk 96 atkvøður, Súni í Hjøllum 95, og Elin á Torkilsheyggi fekk 85 atkvøður. Eftir tey komu Niclas Davidsen við 80, Mortan Højgaard við 73 og Jákup A. Olsen við 53 atkvøðum.

Á øðrum plássi á kvinnulistanum kom Súnfríð Jacobsen við 28 atkvøðum.

Tey, sum eru nývald í bygdaráðnum, eru Niclas Davidsen, Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen.

Petur Jacob Petersen og Jákup Martin Kjeld fullu á valinum í dag.

Valluttøkan í Nes kommunu í dag var 84,31 prosent. Á valinum fyri fýra árum síðan var hon 84,80 - og á valinum í 2004 var valluttøkan 86,10 prosent.

Á myndini, sum Portalurin tók, eftir at valið var greitt, eru Jóhannus Danielsen, Elin á Torkilsheyggi, Súni í Hjøllum og Jákup A. Olsen.