Tætt og tepurt

Hóast Neistin fyri tað nógva var á odda í Kollafirði fríggjakvøldið, rakk tað ikki til sigurs, tí kollfirðingar vóru teir stinnaru í avgerandi løtuni ímóti endanum

KÍF - Neistin 29-28 (10-14):

Fríggjakvøldið var toppdystur í Atlantic Airways-kappingini í ítróttar­høllini í Kollafirði, har KÍF tók ímóti Neistanum, sum í ár telist millum liðini, ið renna aftan á kollfirðingum. Dysturin end­aði eisini við, at KÍF vann við einum máli, har endin var so mikið spenn­andi, at Neistin kundi havt javnað, men KÍF eisini kundi havt økt um munin.
Gott og væl ein minuttur var eftir, tá Andrias Nielsen, ið er komin aftur til KÍF frá Neistanum, skoraði fyri KÍF til 29-28. Við einum minutti eftir, kundi Neistin geva sær góðar stundir til eitt álop, sum í minsta lagi átti at geva javnleik.
Men ólukkutíð fyri neistamenn, komu teir ov tætt at verjuni hjá KÍF, so kviki Arnbjørn Hansen fekk stungið seg fram ímillum teir bláu, tikið bóltin av teimum og sett ferð ímóti málinum í hinum endanum á vøllinum, tá bara 15 sekund vóru eftir. Skotroyndin var ikki tann besta og Ári Dam í Neistamálinum fekk bjargað, men lukkutíð fyri KÍF, fór bólturin upp undir loftið, so kollfirðingar fingu bóltin aftur – og so meira ella minni jublaðu teir bara tey síðstu sekundini, til tíðin var farin…
Gjøgnum tað nógva av dystinum hevði Neistin annars verið á odda og hálvleiksleiðslan var 14-10 til teir bláu. Men í seinna hálvleiki kom KÍF væl við og javnaði til 15-15, og so leikaði tað javnt á restina av dyst­inum, har liðini skiftust um at vera á odda.
Ímóti endanum vísti tað seg, at KÍF orkaði nógv betur at halda høgu ferðina, meðan Neistin í ov stóran mun dúvaði upp á tað, sum Heini Hanusarson og Áki Mørk kundu skjóta av málum. Tað gjørdist ikki nóg mikið til at fáa stig í Kollafirði, har tey kunnu frøast um, at støðan á fremsta plássi á jólum er so góð, sum hon fær verið tað.

KÍF: Ási Dam 6, Nicklas Selvig 6, Arnbjørn Hansen 5, Andrias Nielsen 5, Niklas Reginsson 2, Hans Eli Sigurbjørnson 2, Rúni Joensen 1, Rógvi Veyhe 1, Tony Veyhe 1
Neistin: Josef Abrahamsen 7, Heini Hanusarson 7, Teitur Magnusson 5, Áki Mørk 5, Jugoslav Djumic 2, Finnur Hansson 1, Eddie Joensen 1