Tætt á Toftum

Fleiri av stuðulsspælarunum hjá B68 hava spælt lítið, tí teir hava verið skaddir og sjúkir

 

Løgmanssteyp


B68 skal hósdagin spæla útsetta dystin ímóti B71. Hóast ein dystur restar, so er tað longu greitt, at toftamenn hava vunnið sín bólk. Einasti dysturin, har teir ikki hava fingið fulla úrtøku, var 2. páskadag, tá KÍ vitjaði.

Tað endaði 1?1, og tað tóktist báðir partar nøgdir við. Jan Petersen legði tíðliga í 1. hálvleiki B68 framum við brotssparki. Allan Joensen, sum var aftastur í KÍ verjuni, var óansin í temjing, fyrrverandi liðfelagin hjá honum, Arnold Joensen, stakk seg framum, Allan krøkti beinini undan honum, og dómarin segði brotsspark. Jan Petersen avgreiddi úr ellivu metrum.

KÍ javnaði í 2. hálvleiki. Hjalgrím Elttør er vorðin stóri málslúkurin hjá KÍ (at ungi maðurin framvegis misnýtir upplagdar møguleikar var sjón fyri søgn á Toftum). Hesa ferð var hann staddur í vinstru, tá hann knappliga smekkaði dúkkandi skot omanfyri eitt sindur uttarlaga stadda B68 málverjan.


B68 trupulleikar við fólkinum

B68 hevur tókst hava nógv og gott fólk, og tað hevur gingið væl hjá teimum í steypakappingini. Ikki minst í miðverjuni hava teir verið sannførandi. Hóast teir hava roynt eitt sindur av hvørjum í longum fótbóltslívum, so hava Hans Fróði Hansen og Jan C. Dam í bólkaumfarinum verið sannir brandar.

Longri frammi á vøllinum hevur ikki verið so væl statt við fólki hjá B68. Súni Fríði Johannesen hevur als ikki spælt í páskavikuni. Hann hevur havt trupuleikar við lærkrikanum. Øssur Hansen hevur heldur ikki spælt allar dystirnar. Hann hevur verið smáskaddur. Marcello hevur einki spælt. Hann hevur trupulleikar við meniskinum. Í gjár skuldi knæið kannast á landssjúkrahúsinum.


Stinnir heima

Skírisdag vóru fuglfirðingar á Svangaskarði. Munurin var ikki so ógvuliga stórur, men tað var ongantíð ivi um, hvat av liðunum ætlar sær at vera við í stríðnum um heiðursmerkir í bestu deildini, og hvat av liðunum er í ferð við at fyrireika seg til at vinna sær sess í bestu deildini.

Málmøguleikarnir vóru ikki so ógvuliga nógvir, men B68 fekk tvey mál. Hitt fyrrra skoraði Mortan Hansen eftir innlegg frá Marlon Jorge úr høgru, og hitt seinna var Øssur Hansen meistari fyri.