Títt vald sum brúkari

Petur í Gong
Formaður í Brúkarasamtakinum

Hevur tað nakað at siga, hvønn politiskan lit tú hevur, tá tú verður snýttur? Ella tá tú keypir eina dálkandi ella dálkaða vøru? Tá tú stuðlar barnaarbeiði ella mannatýnan? Helst ikki.
Burmesarin, ið yvirlivdi álopi á bygdina, og nú arbeiðir sum trælur við at fella teaktrø, leggur líti í, hvønn flokk tann velur, ið hevur so ovurstóran tørv á havamøblum. Heldur ikki ger tað nakran mun hjá teimum børnum, hvørs foreldur hava selt tey til onkra verksmiðju at seyma okkum klæðir. Og ei heldur er tann skitna luftin lættari at anda um tú velur rættan flokk. Tí hesi eru øll viður-skifti, ið røkka langt út um allar politiskar flokkar, men sum tú sum brúkari hevur vald at stýra.
Á heimligum gøtum snýr tað seg mest um ítøkiliga stýring av marknaðarkreftunum. Ein spøk byrjan at fylgja somu strongu etisku, umhvørvisligu og heilsuligu krøvum, sum øll onnur framkomin lond hava sett sær sjálvum. Nevnliga fyri at tryggja framtíðina hjá børnum okkara.
Vit føroyingar hava onga skipaða almenna upplýsing av nøkrum slagi, ið kann tryggja okkum innlit í hesi mál. Hvørki um nýtslu, umhvørvið, etik ella heilsu. Av tí sama vita vit líti og einki um hesi evni, ið annars fylla so at siga alt kjakið í grannalondunum. Hetta førir so víðari við sær, at vit onga støðu hava til hesi mál. Júst sum við so nógvum, sum hendir uttan fyri landoddarnar.
Men hetta gongur ikki. Alheimsgerðin hevur gjørt okkum til partar av tí samanrunna heiminum soleiðis, at vit noyðast at taka á okkum ta ábyrgd, ið fylgir við, tá ein er borgari her á foldum.
Vit eru 48.000 brúkarar, sum hvørt ár innflyta fyri nær um kr. 5.000.000.000 í vørum og tænastum. Um vit ongantíð seta spurning við, hvørjar hesar vørur eru, venda vit samstundis blinda eygað til ein stóran part av heimsins neyð og dálking. Tí krevur samtíðin av okkum, at vit seta okkum inn í, hvussu vøran er framleidd, og at vit taka støðu til, um vit góðtaka framleiðsluháttin ella ei. Hetta hevði tó verið ólíka lættari, um vit við brúkaraverndarlógum longu høvdu solda tað ringasta frá.
Men tað er títt val sum brúkari, ið hevur alt at siga.