Tað var rein tilvild, at EB/Streymur fekk einasta málið í dystinum í gjárkvøldið – ella rættari: Tað var hatta hepnið, sum altíð hevur tað við at krøkja seg í tey veruliga góðu liðini. Alex José dos Santos royndi kreftirnar við einum langskoti ímóti ÍF-málinum, men bólturin tók í ein fuglfirðing og endaði hjá Brian Olsen, sum frá brotssparksblettinum kundi smekka flatt inn um stongina.
Hetta var beint eftir hálvleikssteðgin, tá Ransin Djurhuus annars floytaði dystin í gongd, hóast bara níggju ÍF-arar vóru komnir inn á vøllin! Tað var um reppið at geva EB/Streymi ein málkjans beinanvegin, men tað var altso í øðrum møguleika í seinna hálvleiki, at málið í 1-0 sigrinum kom.
Níggjundu ferð á rað vann EB/Streymur ein landskappingardyst, og støðugu avrikini hava nú kastað so mikið av sær, at liðið fór fram um Víking og setti seg næstfremst, bara tvey stig aftan fyri oddaliðið, B36, og so hatta eina stigið framman fyri Víking. Jú, EB/Streymur sær út til at meina tað!
Hjá EB/Streymi sótu Gert Hansen og Egil á Bø uttanfyri við karantenu og Pauli G. Hansen við skaða, men Sorin Anghel var so við aftur. ÍF mátti vera Bartal Eliasen fyriuttan, tí hann hevði karantenu, og so er Christ Muomaife aftur so mikið skaddur, at hann í gjárkvøldið ikki kom upp á dómaraseðilin.
ÍF fær ikki mál
Samanumtikið var dysturin rættiliga javnur, men fyrstu trý korterini høvdu sundalagsmenn kanska eina lítla yvirvág, uttan at kortini teir nógvu málkjansirnir vóru. ÍF átti í grundini tann størsta longu í allarfyrsta álopinum, tá gott uppspæl við hælsparki og øllum endaði við, at Dánjal á Lakjuni smekkaði til og noyddi René Tórgarð at toyggja seg og jústa bóltin uppum.
Sum nevnt, fekk EB/Streymur mál beinanvegin í seinna hálvleiki og kundi økt stutt eftir, tá Arnbjørn T. Hansen eftir hornaspark í høgru skallaði á yvirliggjaran. Haraftrat slapp Santos ta einu ferðina púra leysur ímóti málinum, men Jákup Mikkelsen fekk meistarliga vart fyri. Annars var ÍF væl við eftir steðgin, men tað bleiv bara næstan…
ÍF hevur havt sínar trupulleikar at drigist við tað mesta av hesum kappingini, og hesir spøktu aftur í gjárkvøldið, tá ÍF avgjørt hevði kjansir til okkurt mál, men bara ikki fekk tað. Óræddir herjaðu fuglfirðingar á og satsaðu alt ímóti endanum, so teir skiftu álopsspælarar inn fyri teir í verjuni, sum bara taldi tríggjar mans síðsta partin av dystinum.
Bestu møguleikarnar áttu Frank Poulsen, sum frá fimmmetrinum skjeyt út um aftaru stong, og Bogi Løkin, sum langt inn í yvirtíðina úr júst somu støðu tveitti seg fram eftir innleggi frá Dánjali, sum hann skallaði út um aftaru stong. So kjansirnir koma, men skarprættaran eiga teir bara ikki í ÍF – í øllum førum ikki altíð.