6?mannafør menn
Nógvar at kappingunum í FM róðrunum eru ikki so áhugaverdar hjá uttanfyri standandi, sum tað kanska hevði verið ynskiligt. Orsøkin er, at tað oftast er ein og sami bátur, sum vinnur allar róðrarnar, og tað er vanliga sami báturin, sum er fremstur alla tíðina í øllum róðrunum. Og um nakar avbjóðari er, so er talan oftast bara um ein bát.
Strálan og Sølmundur høvdu vunnið hvønn sín róður í teimum báðu fyrstu FM kappingunum. Sølmundur var favorittur, tí hann hevði bæði vunnið í vinarróðrinum í Runavík og í FM róðrinum á Tvøroyri, meðan Strálan síðani sigurin í norðoyarstevnuróðrinum hevði staðið í skugganum av teimum hinu megin fjørðin.
Kappingin í Fuglafirði gjørdist meiri spennandi, enn nakar annar róður hevði verið higartil í ár. Kollfirðingur gjørdi eitt orduligt sprell í startspurtinum. Leikluturin hjá honum var at vera hara, sum teir plaga at kalla tað í rennikappingum, tá ein rennari leggur seg nógv fremst og hevur leiklutin at fáa ferðina hjá hinum upp, áðrenn hann sjálvur gevur skarvin yvir.
Skiftandi
Á eitt túsund metra málinum var Kollfirðingur framvegis fremstur, men so var eingin luft eftir, og á málinum vóru kollfirðingar dotnir aftur á tíggjunda plássið.
Í staðin vóru tað Riddarin úr Miðvági, Sølmundur úr Kappróðrarfelagnum NSÍ og Strálan, sum á teimum seinastu eitt túsund metrunum kappaðust um fremsta plássið. Riddarin var fremstur eina løtu, men hann var ikki langt frammanfyri hinar báðar bátarnar.
Strálan var fleiri ferðir frammi undir at taka Riddaran, men miðvingar vóru treiskir og svaraðu aftur fleiri ferðir, áðrenn teir lótu oddasessin frá sær. Tað restaðu einir tvey hundrað metrar, tá Strálan av Strondum fyri fyrstu ferð legði seg á odda, og róðurin hjá teimum vísti seg at vera væl lagdur til rættis.
Á síðsta teininum gjørdu miðvingar ein nýggjan vørr. Teir styttu um munin til teir fremstu bátarnar, men á málinum var Strálan eina hálva bátslongd undan Sølmundi, sum var ein stóran skut frammanfyri Riddaran.
Hvessingur hevur undanfarnu árini gjørt nógv um seg. Higartil í ár hevur hann verið spakur, og á varmakeldustevnuni fingu teir í Hvalvík/Streymnesi ein ikki serliga góðan start. Men Hvessingur arbeiddi seg støðugt longri fram, og á málinum var hann so at siga klart nummar fýra, meðan tað var eitt stórt glopp aftur til nýggja 6?mannafarið hjá vestmenningum, Fortunu, og hinar bátarnar.
Kappingin um FM heitið tykist vera opin. Tað er møguleiki fyri, at bæði Riddarin og Hvessingur kunnu blanda seg og harvið hótta Stráluna og Sølmundin, sum higartil hava vunnið allar stevnurnar. Men tað skal nógv til, áðrenn nakar annar enn Strálan ella Sølmundur verður meistari.