Longu tá 22 minuttir vóru leiktir av grannauppgerðini millum B36 og HB í gjár, framdi B36 sína fyrstu útskifting, tá miðvallarleikarin, Eli Falkvard Nielsen mátti lata seg útskifta. Eli Falkvard Nielsen greiðir frá, at hann fekk ein skaða í eyga.
- Vit høvdu innkast sum bleiv kastað langt inn í 16 meturin hjá HB, eg hoppi upp til at skalla bóltin, sum fer framvið meg, og tá eg vendi mær við, sparkar onkur HB leikari bóltin beint í andlitið – ella rættari sagt eyga. Eg sá einki við eyganum, og roknaði kanska við, at tað fór at koma aftur beinavegin, men tað bleiv bara verri. Eg rann so á bonkin at kanna eyga, og har søgdu bæði læknin og fysioterapeuturin, at talan var um eina innaru bløðing, har eygnalokið var hovna niður yvir. Læknin segði at tað bar ikki til at spæla víðari. Tí fór eg út, sigur Eli Falkvard Nielsen.
Eli Falkvard Nielsen skal til kanningar á landssjúkrahúsinum í dag at kanna sína støðu. Avloysari fyri Eli Falkvard Nielsen á B36 liðnum í gjár, var Erlendur Magnusson. Grannauppgerðin millum B36 og HB endaði við 1-1 javnleiki.