Í morgin klokkan 10 verður landsliðsúttøka til dystin móti Andorra, sum verður 25. mars. Longu nú er greitt, at fleiri spælarar verða ikki tøkir til dystin. Serliga á miðvøllinum verða broytingar.
Fróði Benjaminsen hevur leikbann, meðan Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandið. Ein møguligur avloysari, sum hevur verið nevndur er René Shaki Joensen, men eisini hann er skaddur. Í miðverjuni er Sonni Ragnar Nattestad eisini skaddur.
Tí skal miðvøllurin hava tveir nýggjar mans. Ein av teimum, sum hevur verið brúktur undir leiðslu av Lars Olsen, er Róaldur Jakobsen úr B36. Hann hevur í nøkur ár verið ein lyklaspælari í B36, men hann verður ikki úttikin í morgin.
- Pílurin peikar ikki uppeftir, eftir at eg byrjaði maskinmeistaraútbúgving. Tí havi eg eisini valt at geva fyribils avboð til landsliðið. Eg vóni, at eg aftur kann melda meg tøkan til tann fantastiska landsliðsfótbóltin vit hava, men fyribils verður tað ein steðgur frá mær, sigur Róaldur Jakobsen.
Rás2 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni, sum verður mánadagin klokkan 10. Sum skilst, so er møguleiki fyri, at onkur nýggjur spælari verður úttikin.