Tíverri ? einki er at rána

Henrik Old

Tað tykist ikki sum øll eru komin burturúr tjóðveldisdreymaverðini. Hergeir Nielsen boðar í bløðunum frá at sam-gongan hevur veri ránsferð í Suðuroynni. Kann ein persónur, sum í 6 ár hevur verið í meiriluta á løgtingi pástanda, at nøkur arbeiðspláss eru at rána úr Suðuroynni.
Fyrsta treytin fyri einum væleydnaðum ráni er væl tann at nakað er at rána. Aftaná seks ár við tjóðveldisflokkinum í samgongu, er ikki eitt alment starv sett í syðru helvt av Suðuroynni, ikki eitt starv. Tað tykist sum hvørjaferð Hergeir Nielsen er í minniluta í løgtinginum, veit hann alt um hvørji størv skulu leggjast í syðru helvt í Suðuroy, har so sanni-liga er brúk fyri teimum.
Tá ið so Tjóðveldis-flokkurin er í meiriluta í løgtinginum, gloyma teir alt um, at leggja nøkur almen størv í syðru helvt í Suður-oynni. Mint eigur at verða mint á at Tjóðveldisflokkurin hevur siti í meiriluta í seks tey seinastu árini, har fýra av hesum eru bestu inntøku ár, nakar veit um. Hesi seks ár er ikki eitt starv lagt í syðru helvt. Samtíðis hevur Hergeir Nielsen atkvøtt fyri, at stívliga 1.000 almen ar-beiðspláss hava sæð dagsins ljós í miðstaðar økinum (hetta er met).
Umframt hetta so lovaði Tjóðveldisflokk-urin Vágs kommunu 9-10 mió til havnaútbygg-ing. Tá ið alt kom til alt, vórðu einans játtaðar 5 mió. Umberingin fyri at ikki meir bleiv játtað varð, at Sjálvstýrisflokkurin ikki vildi verða við.
Hendan samgongan bjargaði 3 mió í sínum fíggjarlógaruppskoti í ár, og har atkvøddi Sjálvstýrisflokkurin fyri, so kann ein og hvør sjálvur rokna út, hvussu eftirfarandi umberingin var.
Tað er væl skiljandi at fjáltur er komin á Her-geir Nielsen og tjóðveldi nú sitandi samgonga er samd um, at nøkta stóra røktarheimstørvin í Suðuroynni, sum er yvir 50 pláss.
At so 40 kvinnur fáa fast arbeiði í hesum sambandi, ger so vónloysi hjá tjóðveldinum uppaftur størri. At hugsa sær til, at 40 vællønt føst størv verða at fáa í syðru helvt í Suðuroynni, tykist at níva sera fast aftaná seinastu feitu seks árini við ongum starvi.
Uppskot og hugskot um at flyta nakrar hundrað túsund bjargar ongum, her skal annað til og tyngri tøk takast.
Tað tykist sum tað nívur tjóðveldi sera fast at samgongan er samd um, at her mugu takast stór tøk m.a. við oman fyri nevdu ætlan um røktarheimsbygging, miðnámsskúla við almanna- og heilsuskúla við teimum mongu møguleikum fyri alla Suðuroynna í kjalarvørrinum.
At sita uttanfyri meðan tunnil verður bygdur millum Hov og Øravík svíðir sjálvandi fast, men er væl ein avleiðing av tí ein sjálvur hevur valt.
Hergeir Nielsen verður helst tann seinasti sum sær í eyguni, at flyting av nøkrum fáum hundrað túsund krónum hendan vegin ella handan vegin, hvørki ger frá ella til í teimum trupulleikum Suðuroyggin er í nú.
Tað skulu stór og tung tøk takast, umframt hesi omanfyri nevndu. Tað gerst ikki við, at tað nívir hjá onkrum at samgongan er samd um, at hesi tøk skulu takast. Nú er nokk tosa og skriva uttan at eitt arbeiðspláss er komið burturúr.