Tíverri gongur tað aftur tann skeiva vegin

Tey mest svartskygdu halda, at tað verður ikki fyrr enn um sjey ár, áðrenn vit koma upp á turt aftur

Tíverri er tað aftur farið at ganga tann skeiva vegin. Tað ásannar Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Ein uppgerð hjá flogvøllinum vísir, at í august mánað ferðaðust 25.152 ferðafólk um flogvøllin og tað er gott helvtin av tí, tað var í fjør. Tað eru eisini gott 7.000 ferðafólk færri enn í juli mánað.

– Vit høvdu vónað, at framgongdin fór at halda sær, men tíverri hevur afturgongdin verið lutfalsliga størri aftur. Afturgongdin í juli í ár var 49,6 prosent, samanborið við juli í fjør, men í august er afturgongdin 51,4 prosent afturímóti august í fjør, so tað var eitt sindur hugstoytt

– Sum støðan er nú, kunnu vit stúra fyri, at afturgongdin heldur fram, sigur hann. Hann sipar til, at í øllum Keypmannahavn, og har um vegir, er korona rættiliga farin at gera um seg. Og tað er netupp hagar, tey flestu ferðafólkini fara.

– Tað sær út til, at vit hava fingið tamarhald á støðuni aftur, men trupulleikin er, at í Danmark er alt høvuðstaðarøkið ein stór smittukelda, og tað tað eru uttan iva fólk, sum setast aftur.

– Handilsvinnan klagar ikki um søluna og tað kundi bent á, at fólk eru farin at brúka pengarnar í Føroyum, sum tey annars høvdu brúkt uttanlands.

Regin I. Jakobsen væntar, at tann næsta tíðin fer at vera ávirkað av koronu-støðuni í okkara grannalondum, og í vældámdum ferðamálum í Evropa.

Men nær støðan kemur í rættlag aftur, er vónleyst at spáa um, sigur hann. Hann sigur, at tey mest bjartskygdu vænta, at tað verður ikki verður fyrr enn í 2023, at vit koma aftur á sama støði sum í fjør, men tey mest svartskygdu siga, at tað verður ikki fyrr enn í 2027, at vit koma aftur á sama støði sum í fjør.

Sjálvur er hann bjartskygdur, tí hann heldur, at hava vit tamarhald á støðuni í Føroyum, kundi tað væl hent, at vit koma skjótari fyri okkum, enn nógv vænta.

Annars sigur hann, at Vága Floghavn er í eini frægari støðu enn aðrir flogvøllir, tí teir stóru flogvøllirnir í Norðurlondum er, at teir hava framvegis eina afturgongd upp á yvir 80 prosent, aftur ímóti í fjør.

 – Tað bøtir munandi um støðuna, at vit hava ein grundflutning, sum alla tíðina er, sigur hann. Her hugsar hann um føroyingar, sum arbeiða uttanlands og útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, umframt sjúkraflutningin.

Stjórin á Vága Floghavn leggur afturat, at í so máta hevur tað ikki tænt ferðavinnuni í Føroyum, at korona-hagtølini eru gjørd soleiðis upp, at eisini útlendsk sjófólk telja við í føroysku hagtølunum. Hann ivast ikki í, at var tað ikki, vórðu vit langt síðani farin av reyða listanum hjá Noregi, og aðrastaðni.