Tíverri hoyrdist einki aftur

Jenis av Rana heldur, at alt ov lítið er komið burtur úr ætlanini hjá samgonguni at menna sjúkrahúsini og nú vil hann hava svar upp á tvey viðurskifti

Hvussu nógv ætlar samgongan at seta av á fíggjarlógini næsta ár til Fróðskaparsetrið, so at vit kunnu fara undir at útbúgva læknar í Føroyum. 

 

Tað vil Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkinum, nú hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Og hann vil eisini hava at vita um samgongan stendur fast við avgerðina um at sleppa ætlanini at geva sjúkrarøktarfrøðingunum ta ískoytisútbúgvingina, sum tær skuldu fara undir í ár, men sum brádliga varð strikað.

 

Jenis av Rana vísir á, at í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var eitt av tilmælunum, at vit skuldu fara undir at útbúgva læknar í Føroyum í samstarvi við universitet í øðrum londum.

 

Men hann sigur, at hóast tað nú er hálvtannað ár síðani menningarætlanin varð løgd, tykist tað sum um at einki annað er komið burturúr enn at ein stjóri skal setast.

 

Hann sigur, at tilmælið um at útbúgva læknar, er skjótt at seta í verk, tí tað skuldi ikki kravt so nógv annað enn játtanin til Fróðskaparsetrið á fíggjarlógini, verður hækkað.

 

– Lærarar, granskarar, læknar, og onnur, ið eru fús at taka sær av frálæruni, tróta ikki, leggur hann afturat.

 

Samstundis vísir hann á, at hóast 40 sjúkrarøktarfrøðingar høvdu fyrireikað seg til at fara undir eina ískoytisútbúgving, sum skuldi vera í ár, varð hon brádliga strikað og Jenis av Rana vil eisini hava at vita, hvat samgongan ætlar at gera við tað.