Út við Paul Watson

Í Kanada eru mong í øðini um, at tann kendi umhvørvismaðurin Paul Watson hevur kallað veiðimenninar har norðuri í Kanada fyri "samvitskuleysar djevlar", og at teirra hjørtu eru "so myrk sum tað niðasta í helheimi". Mary Simmons, sum er forkvinna í tí kanadiska inuittafelagsskapinum hevur mælt felagsskapinum Sea Shepherd til at koyra Paul Watson úr formansstarvinum í felagnum. Hon er ikki einsamøll um ta áskoðanina, tí sambært KNR hava tveir kanadiskir ráðharrar boðað frá, at teir taka undir við tilmæli hennara.