Menn fáa 16.3 prosent meira í løn enn kvinnur, og verður hædd tikið fyri útbúgving, starvsetan, aldri og øðrum, so er munurin kortini 2.9 prosent í miðal. Tað staðfestir ein kanning, sum Hagstova Føroya hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina, um lønarviðurskifti á tí almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað almenna ger mismun í javnstøðuspurninginum. Tað er í øllum førum niðurstøðan hjá Hagstovu Føroya, og kanningini, sum Javnstøðunevndin hevur umbiðið.
Menn fáa 16.3 prosent í meira í ráari løn enn kvinnur, og verður hædd tikið fyri aldur, starv, útbúgving og øðrum faktorum, so fáa menn kortini í miðal 2.9 prosent meira í løn, fyri sama arbeiði, sum kvinnur.
-Tað er als ikki nøktandi, at munurin er heili 16. 3 prosent, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, sum ætlar at nýta hesa kanning at fáa tiltøk sett í verk soleiðis, at kvinnur kunnu fáa somu løn sum menn á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Børn gera ongan mun
Meðan kanningin vísur, at menn eru betri løntir enn kvinnur, so vísur kanningin eisini, at kvinnur við børnum fáa somu sømdir, sum kvinnur uttan børn.
-Tað undrar meg eitt sindur. Eg kundi ímyndað mær, at lønirnar hjá kvinnunum blivu ávirkaðar av, at tær vóru í barnsburðarfarloyvi, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum vísir á, at føroyskar kvinnur fáa í miðal fleiri børn enn kvinnurnar í grannalondunum.
Hóast staðfest verður, at kvinnur við børnum ikki fáa verri lønarsømdir enn kvinnur uttan børn, so samanber kanningin ikki lønarviðurskiftini hjá kvinnum við børnum og monnum við børnum.
-Kanningin staðfestir bara munin millum kvinnur við børnum og uttan børnum, og ikki hvørt munur er millum menn við børnum og kvinnum við børnum, sigur Jón Joensen, ið hevur staðið á odda fyri kanningini, sum Hagstova Føroya hevur gjørt.