Tað almenna og vinnulív

Signar P. Heinesen


Ber okkum til at venda aftur á slóðina og megna at halda okkum til setningin, vit seta okkum sjálvum, ivist eg ikki í, at vit megna at handfara vinnuligu støðuna hjá einum lítlum, fjarskotnum landi í Atlantshavi við egnari mentan, egnari samfelagsskipan, egnum máli og smá 50.000 borgarum uttan at dúva uppá hepni og høgar fiska­prísir, sum koma av tilvild. At hetta ikki verður gjørt uttan nógv arbeiði er ein onnur søk. Spurningurin er, um vit megna at lyfta í felag skrivar Signar Heinesen í Vinnusíðukronikkini í dag



Landsstýrið hevur viðgjørt Visión 2015 saman við ymiskum pørtum av sam­felagnum, har nakrir av strategibólkunum løgdu fram sínar visiónir (sum eisini liggja á alnótini). Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur givið til kennar, at kommunurnar áttu ikki at verið so skerdar, sum lógin í dag fyriskrivar, í sambandi við teirra leiklut í vinnulívinum.
Sjónarmiðið er áhugavert á ymiskan hátt. Í fyrsta lagi er tað spurningurin um studning, sum aftur hóm­ast onkustaðni í havs­brúnni. Í øðrum lagi er tað spurningurin um leik­lutin hjá kommununum sam­­an­hildið við leiklutin hjá landinum. Í triðja lagi er tað spurningurin um in­frastruktur i breiðari merk­ing.
Studningur og vinna
Í sambandi við spurningin um studning til vinnuna er trupult at finna eina javnvág, sum í praksis vísir seg at vera langtíðarhaldbar. Øðrumegin eru uppgávur, sum felagsskapurin (t.e. land ella kommunur) mest skynsamt røkir og hinu­megin eru uppgávur, sum tað einstaka virkið ella ein felagsskapur av virkj­um røkja. Men markið mill­um hesar uppgávur er ikki so knívskarpt, sum vit stundum vilja gera tað til. Og tað vendir kanska ikki heilt tann vegin, sum vit mangan rokna við. Í veruleikanum er tað ein av mest týðandi uppgávunum hjá leiðsluni í einum virki, sum ynskir at menna, at vekta, um tað ynskir at fara inn í eina studningsskipan ella tað metir, at hetta ikki er nøkur gongd leið.
Ein trupulleiki er, at tað ikki ber til at fokusera allar krefturnar frægast møguligt uppá sjálvt tað vinnuliga prosjektið, har studningur er íblandaður. Orsøkin er tann sjálvsagda, at studningurin hevur eitt endamál, og tað endamálið skal eisini røkjast (t.d. við kravi um fleiri partar og mangan í fleiri londum eisini). Ein annar trupulleiki er, at tær upphæddir, vit vanliga tosa um í studningi, eru so smáar samanborið við tørvin, at tað ikki ber til at vinna framá. Tá ið leiðslan metir um nyttuna av studningi, er tað ikki einfalt at rokna allar útreiðslur við, tí studningur krevur bæði eina umsókn, eina umsóknarviðgerð, eina risiko fyri ikki at fáa studningin og í flestu førum eisini eina røð av uppgávum, sum ikki eru til frama fyri sjálvt pro­sjektið, men einans tæna studningsskipanini (t.d. eftirlit) og í summum før­um eru beinleiðis til bága fyri prosjektið (t.d. tá ið endamálini hjá studn­ingsskipanini ikki sam­svara strategisku krøv­un­um hjá virkinum). Er pro­sjektið hinvegin av einum slíkum slag, at tað er meira ein felags uppgáva enn uppgávan hjá einum einstøkum virki, er natúrligt at ein partur av fíggingini er stuðul. Eitt vanligt dømi er gransking, sum liggur á markinum millum ítøkiliga nyttu og almenna nyttu.
Ein tann størsti vansin við studningi er tann hug­burður, sum studningur skap­ar innan vinnuna  ser­liga innan kapitalkervið, men eisini innan tær fyritøkur, sum hava sett sær mennandi mál. Sagt eitt sindur bonskt, so er skjótt at fáa eina sandkassamentan, sum ongan møguleika hevur at gera seg galdandi á altjóða pallinum. Hava vit ein studningshugburð í sjálvari vinnuni, megna vit ikki at uppbyggja mátar at arbeiða uppá, sum styðja eina menningarprosess á sama hátt, sum pri­vati ognarrætturin, veð­set­ingar­skipanir, rentuskipanir o.s.fr., ger vanligar ídn­aðaríløgur møguligar. So sjálvsagdar hesar skip­anir eru til vanligar ídnaðar­íløgur, eins nógv skortar tað uppá skipanir, sum handfara váðan og ognarrættin í sambandi við slíkar vinn­ur, sum gerast alt størri partur av framburðinum í vesturheiminum.
Tá ið hetta er sagt, eri eg tó ikki ein teirra, sum tulkar hvørja tænastu ein fær frá eini vælvirkandi almennari skipan, sum eitt studningstrøll. Heldur man at kalla eitthvørt prosjekt kenna sviðan av einhvørjari almennari skipan, sum gjørd­ist ein kleppur um beinið á ein ella annan hátt, um tað eru trupulleikar hjá medarbeiðarum, trupul­leikar við loyvum, almenn­um tilfari, trupulleikum millum persónar ella ein heil skipan er komin í tungan politiskan sjógv.
Leiklutur hjá kommunum og landi
Ein kann skjótt gerast samd­ur við formannin í Runa­víkar kommunu í tí, at øll vinnulig initiativ verða tikin í eini kommunu og at væl tey flestu verða tikin í einum ella øðrum samstarvi við kommununa á staðnum. Líta vit eitt sindur aftureftir, aftur í seinnu helvt av farnu øld  og brúka vit burturúr nýggjastu leiðslulæruni at meta eftir  ber til at siga, at mangir av teim avgerandi leiðsluleiklutunum, sum skulu virka í mennandi (strategiskum) virksemi, virk­aðu ígjøgnum kommun­urnar tá. Hetta er helst eisini ein týðandi orsøk til ógvusligu framgongdina í samfelagnum hesi árini. Kommunurnar gjørdu eitt samskipað avrik møguligt. Tað bar til at samskipa kreftur, sum tann einstaki, tey lokalu átøkini og tað, sum landið legði í eina upp­gávu.
Vit kunnu hava ymiskar meiningar um hesi árini millum 1950 og 1990, men tað ættarliðið, sum situr við ábyrgdini í dag sleppur illa undan tí veruleika, at okkara tilverugrundarlag var bygt upp hesi árini, og vit hava ikki megnað at lagt nevnivert afturat tey seinastu 10-15 árini. Heldur hava vit tømt tæguna í mongum førum. Ein týðandi liður í hesi gongd er, at tann mest týðandi leikluturin hjá kommununi, nevniliga tann at samskipa lokalar og felags kreftur, hevur ikki verið viðgjørdur yvirhøvur í sambandi við spurningin um kommunubygnað.
Infrastrukturur í breiðari merking
Vit tosa vanliga um tvey sløg av infrastrukturi. Annar er sosiali infrastruktururin, har serliga skúlaverkið er hornasteinurin, men eis­ini almannaverkið er part­ur av sosiala infra­struk­turinum. Hin er fys­iski infrastruktururin, har serliga vegir, havnir, jarn­breytir, flogvallir, el og tele eru grundarsteinar. Hesi bæði meginsløgini av in­frastrukturi eru sjálvt grund­ar­lagið undir ídnaðar­menningini síðani miðjuna av 1800-talinum.
Nú vitanarsamfelagið, dreyma­samfelagið, skap­andi samfelagið er á okk­um, er tørvur á einum øðr­um meginslagi av in­fra­struk­turi. Heitið, sum gerst alt vanligari og sum stavar frá einastaðni fyrst í nýtitalinum er vitanarinfrastrukturur. Har tann sosiali infra­struk­tururin er grundarlagið undir virkseminum hjá tí einstaka, er fysiski infrastruktururin grundarlagið undir me­kan­i­­ser­­ing­­ini. Vit­an­ar­infrastruk­tururin er grundarlagið undir tí, vit á fremmandum máli nevna proaktiv leiðsla. Hetta hugtak snýr seg í høvuðsheitum um at taka ítøkiligar avgerðir á eina hugsaða framtíðarstøðu hjá fleiri pørtum. Hóast hendan framtíð einans er hugsað  og tí rættiliga óviss  er hon ikki tilvildarlig. Hendan hugsaða framtíðin er úrslit eftir tí arbeiði, vit nevna analysa av áhugamálum  hvussu kann okkara virk­semi gera nyttu og fyri hvørj­ar partar? Hvørjir part­­ar skulu viðurkenna okk­ara virksemi og geva sítt íkast? Hvørjir partar vilja ikki viðurkenna tað, og hvussu vilja hesir partar røkja sína uppgávu? Proaktiv leiðsla er at hava eina rættiliga greiða fatan av flestu týðandi smálutum á tí vøllinum, virksemið skal leika á og taka ítøki­ligar avgerðir grundað á hesa óvissu vitan. Eins og vit ikki kunnu hugsa okkum ídnaðarmenningina uttan mekanisering, ber illa til at hugsa sær eina vitanartreytaða menning uttan proaktiva leiðslu.
Eins og í sambandi við tann sosiala infrastrukturin og tann fysiska infrastrukturin hevur tað almenna ein alt­avgerandi leiklut í vit­anarinfrastrukturinum. Men heilt hvussu er ilt at meta um í dag. Tað almenna tekur sær at kalla einsamalt av tí sosiala infrastrukturinum, men tað er í høvuðsheitum tað privata, sum gjaldar tann fysiska infrastrukturin ígjøgnum nýtslugjøld. Roynt hevur verið at privati­sera partar av vegakervinum, elkervin­um, telekervinum, jarnbreytafeløgum o.a., men tað tykist ikki vera heilt einfalt  og kanska er onkur orsøk til tað.
Vit hava fleiri orsøkir til at meta, at Føroyar hava ein rættiliga einastandandi møguleika til at byggja eitt operationelt hugtak um vitanarinfrastruktur, sum í praksis kann gerast eitt avgerandi amboð at lyfta Føroyar upp aft­ur úr kyksendi við. Spurn­ing­urin um leiklutin hjá kommununum er ein partur av einum slíkum amboði.
Visión 2015 og framtíðin
Tað arbeiðið, sum løgmað­ur blásti í lúður fyri í ólav­søkurøðu síni 2005, hevur fingið ymisk skoðsmál mill­um manna. Vit kunnu vera so ymisk á máli um, hvat skal gerast fyrst og hvussu hetta skal gerast. Uttan mun til, hvar ein setur skjøtil á eina uppgávu, eru hópin av sjónarmiðjum og uppgávum, sum ikki verða viðgjørd í fyrstuni. Hóast nógv av tí, sum higartil er komið fram, í strategiskum høpi fær frámerkini parade­formuleringer, pseudo­prosjekt og rent flop, eri eg ikki í iva um, at eisini tann byrjan, sum løgmaður hevur valt, hevur ein møguleika at eydnast. Orsøkin til, at strategiska skoðsmálið ikki er frægari, liggur í tí natúrliga, at vit eru eitt siðbundið sam­felag, sum í øldir hevur tillagað seg givnum náttúru­umstøðum frægast møgu­ligt. Tí er eingin orsøk at gerast skakkur um, at tær fyrstu meldingarnar eru siðbundnar og strategiskt beinleysar. Men hóast hesin hugburður ikki ber á mál, er hetta tó eitt stað at seta skjøtil á. Høvuðsorsøkin til at eg meti, at prosjektið hevur ein møguleika at eydnast, er heilt einfalt, at vit vita í dag, hvat skal til. Uppgávan er at fáa hesa vitan inn í tann rætta samanhangin og fáa bygt hendan førleikan inn í allar liðir í samfelagnum, har avgerðir  smáar sum stórar  verða tiknar. Prosessin er somikið opin, at tað eigur at vera møguligt.
Sjónarmiðini, sum borg­ar­stjórin í Runa­víkar komm­unu legði fram nú um dagarnar, eru ein ábending um, at fólk eru farin at hugsa seg um og stinga fingurin í jørðina og hugsa reint praktiskt  hvat skal til, fyri at samansjóva krefturnar? Hvat skal til, fyri at gera eitt samskipað avrik møguligt? Hvat ger munin millum okkum og hini? Hvat skal til fyri at tilverugrundarlagið á hesum klettum  her, sum vit búleikast  kann mennast? Hvussu fáa vit initiativ og møguleikar til høldar í tí ítøkiliga førinum? Hetta er sjálvur kjarnin í allari strategiskari hugsan og strategiskari leiðslu, um vit brúka fremmand orð um tað, ella vit brúka vanligar føroyskar orðingar.
Ber okkum til at venda aftur á slóðina og megna at halda okkum til setningin, vit seta okkum sjálvum, ivist eg ikki í, at vit megna at handfara vinnuligu støðuna hjá ein­um lítlum, fjarskotnum landi í Atlantshavi við egn­ari mentan, egnari sam­felagsskipan, egnum máli og smá 50.000 borgarum uttan at dúva uppá hepni og høgar fiskaprísir, sum koma av tilvild.
At hetta ikki verður gjørt uttan nógv arbeiði er ein onnur søk. Spurningurin er, um vit megna at lyfta í felag.