Tað almenna skítur á starvsfólkini

- Hetta er forfylging, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, sum snøgt sagt er fratørur um viðferðina av starvsfólkunum á Strandferðsluni

Síðsta orðið er neyvan sagt um starvsfólkini í umsitingini á Strandferðsluni.
- Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum hevur sitið til samráðingar í fleiri dagar, og tí ikki hevur havt tíð til so nógv annað.
- Jacob Vestergaard prógvar enn einaferð, at Innlendismálaráðið ber av, tá umræður ófantaliga viðferð av almennum starvsfólkum, sigur hann, og vísir á, at ráðið júst hevur verið gjøgnum eitt sera tyngjandi ár í sambandi við Matrikulstovuna.
- Tað verður bara alt meira greitt, at tað almenna skítur á starvsfólkini, og at her er talan um forfylging. Tað stendur klokkuklárt í sáttmálanum, at tá talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkini, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini hevur kært sína neyð til Jacob Vestergaard, landsstýrimann og við Jóannes Eidesgaard, løgmann.
- Innlendismálaráðið er totalt óbrúkiligt á starvsfólkaøkinum, og tað tykist ikki sum at tey hava skilt endamálið við at hava sáttmálar, sum skulu verja starvsfólkini, sigur formaðurin í fakfelagnum hjá teimum alment settu starvsfólkunum.
Hann fýlist eisini á, at landsstýrismaðurin ikki hevur megnað at halda málið burtur frá miðlunum.
- Í prinsippinum eru starvsfólkini uppsøgd, og tað lesa tey um á Portalinum. Hetta er sera álvarsligt, og síðsta orðið er ikki sagt í hesum málinum enn, tað er so heilt sikkurt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.