Tað almenna skal verða við í endurreisingini av útoyggjunum

? Einki er at ivast í, at tað almenna má taka lut í eindurreisnini av útoyggjunum, eisini fíggjarliga. Men almenni leikluturin má ikki vera at veita rakstrarstudning til privat vinnulív, tað hevur misydnast fyrr, og tað fer at misydnast aftur, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, á fólkafundinum í Fugloy

Gott fundarfólk


Fyrst fari eg at takka fyri, at eg eri boðin norður til Fugloyar á fólkafund at røða um framtíðarútlitini hjá útjaðaraøkjunum í Føroyum og um, hvat man politiskt ætlar við útoyggjunum.

Av tí at spurnngurin er so ítøkiligur, fari eg ikki at missa meg burturf í háfloygdar lýsingar um vakurleikan í teimum óspiltu føroysku útjaðaraøkjunum, og um tær mongu lívgandi løtur, ein sjálvur hevur havt her og aðrastaðni í Føroyum. Eg fari heldur ikki aftur í søguna at røða um tey stórmenni, ið høvdu sín heimstað í Fugloy, í Svínoy, í Skúvoy, á Dímun, í Koltri í Gásadali ella øðrum plássum, sum í dag eru avskorin frá meginlandinum. Tílíkt tos er stuttskygt, gevur ikki mettuna, og kann ikki brúkast, tá støða skal takast til, um útjaðarin aftur skal gerast ein virkin partur av okkara samfelagi, ella um útoyggjarnar skulu parkerast sum frítíðarøki hjá strongdum miðstaðaríbúgvum.

Í dag er aftur lív og menning í Føroyum. Men tað er ein sannroynd, at alt ov lítið er gjørt til tess at tryggja, at allar Føroyar fáa lut í framburðinum. Og enn fyriliggur eingin fullfíggjað politisk ætlan, sum vit í felag kunnu fara í holt við, at seta í verk.


Vælferðin í bý og á bygd

Sum landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, fari eg fyrst stutt at nema við spurningin um vælferðarsamfelagið, og hvussu vit skulu menna tað. Daprar svartskygdar røddir føra fram aftur og aftur, at sjálvstýrisætlanirnar, ætlanirnar um føroyskt fullveldi og búskaparligt sjálvsbjargni fara at gera av við vælferðarsamfelagið, bæði á bygd í býi og á útoyggj. Eg skilji ikki tílíkt tos. Tað er jú beint tvørturímóti.

Tað eru nógv prógv um, at tann tjóð og tann einstaklingur sum setur sær høg mál, er til reiðar at stríðast fyri teimum, og sum oftast røkkur hann teimum. Meðan tann sum leggur seg afturá at dúva uppá vælvild frá øðrum, hann søkkur longur og longur niður í sjálvsøkna líkasælu.

Hvørt vit megna at varðveita og menna vælferðarsamfelagið er fyrst og fremst treytað av hugburði mótvegis felagsskapinum og atburði hins einstakra, sum annaðhvørt tann, ið rindar til felags húsarhaldið ella tann, ið tekur ímóti.

Tann ið fær eina veiting ella tænastu, má kenna ábyrgd fyri henni, og tann ið kennir seg sum gjaldara má støðugt minnast til, at hann hevur verið, og kemur aftur at vera móttakari.

Stokkutur er tann hiti, ið er fingin við at týna ein annan part av landinum

Á sama hátt sum vit sum samfelag hava felags ábyrgd av hvørjum øðrum, hava vit fingið alla tjóðina í varðveitslu, og vit hava skyldu til at røkja hana væl og at fáa landið alt at nørast og vaksa í virði. Stokkutur er tann hiti, ið er fingin við at týna ein annan part av landinum. Tað kemur okkum aftur um brekkur fyrr ella seinni.

Vit standa í dag á einum vegamóti. Fólkatalið minkar støðugt á útoygjunum, meðal livialdurin hækkar nógv og vinnumøguleikarnir og sostatt inntøkumøguleikarnir eru ikki nóg góðir. Hetta er ein politisk avbjóðing og skylda at taka í álvara her og nú, á gáttini til eina nýggja øld.

Møguleikarnir eru nógvir. Líta vit okkum í kring, so liggur eitt stórt umvælingararbeiði á láni. Her standa tóm hús, sum við ábótum kundu verið nýtt til ferðavinnuendamál ella til listafólk og rithøvundar at búleikast í. Her átti at borið til at fingið meira burturúr landbúnaðinum, jørðini og bjørgunum. Vit megna framvegis ikki at gagnnýta tað tilfeingi, sum fyrr var Føroya gull. Og tann framkomna samskiftistøknin átti at gjørt tað møguligt at røkt eitt inntøkugevandi arbeiði, hóast búsitandi á útoyggj. Helst eru aðrir møguleikar eisini, sum eg ikki havi nevnt ella hugsað um.

Men eins og eg fyrr tosaði um lívsæðrina í vælferðarsamfelagnum - hugburðin hjá tí einstaka. Eins væl er tað neyðugt, at fólkið á útoyggjunum bjóðar seg fram, sýnir vilja at røkja síni lunnindi og at kenna sína søgu.


Útoyggjaálitið skal skrivast

Harumframt skulu vit politiskt bera so í bandi, at vit sum skjótast fáa lýst til fullnar, hvar forðingarnar eru og hvørjir møguleikarnir eru. Er tað lóggávan, sum ikki er nóg fullfíggjað.

Til dømis ferðavinnulóggáva okkara. Átti henda lóggávan ikki í nógv størri mun eisini at snúð seg um skyldur Ferðaráðsins at vera við til at búgva øll økini í landinum út til at taka ímóti ferðafólki.

Er tað ikki soleiðis, at okkara kommunuskipan forðar fyri, at tey fámentastu økini í landinum sjálvi orka at gera neyðugar íløgur og útbyggingar fyri at vera við í kappingini ?

Er tað neyðugt at geva útoyggjunum møguleika fyri einum lægri skattatrýsti?

Forðar MVG skipanin fyri, at vit fáa nakran heimamarknað av týdningi í Føroyum? Ein heimamarknað har tú og eg, við at keypa føroyskt kunnu tryggja okkum sjálvi ella grannanum eitt lønt arbeiði? Heimurin óttast alt meira dálkaðar og vandamiklar matvørur. Men vit framleiða at kalla ongar sjálvi.

Er tað bara ein miðvís og samskipað marknaðarføring av føroyskum vørum, sum er neyðug ?

Og hvussu við ognarætti til jørð og onnur lunnindi? Tað ber ikki til, at avbygdafólk framhaldandi skulu kunnu vera størstu eigarar av jørð. Men eiga vit ikki samstundis at gera reglur um framleiðsluskyldu ?

Vit fingu ein Framtaksgrunn, sum skuldi vera við til at menna nýggjar vinnur og fremja økismenning. Enn sæst einki til tað. Eisini hetta er tað politiska skylda okkara at gera nakað við.

Vit hava fyri stuttum fingið eitt rúgvismikið kommunuálit á borðið, men í hesum fáa vit ikki svar uppá spurningarnar um, hvat vit fáa gjørt fyri at útoyggjunum verður lív lagað.

Eg kann tí av fullum huga taka undir við uppskotinum frá stigtakarunum til henda fundin, at ein nevnd ella arbeiðsbólkur verður settur beinan vegin at svara hesum, og mongum øðrum spurningum. Og vit mugu bera skjótt at, soleiðis at tað vera tey, sum framvegis búgva her, hava sínar røtur og sínar kenslur her, at tað vera tey, sum vera við í hesum arbeiðsbólki. Heimildin er til staðar í tí samgonguskjali, sum landsstýrið og samgongan hava átikið sær at fremja í verki.

Har stendur soleiðis:

Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í einari serligari støðu. Samgongan er samd um, atneyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.

Lagt kann vera afturat, at grundlógarnevndin, sum eg eri limur í, og sum ger uppskot til eina føroyska grundlóg, sjálvandi eisini skal viðgera spurningin um rættindi og skyldur mótvegis útjaðaraøkjunum í Føroyum.


Tað almenna má taka lut

Nú er bygdamenning ikki nakað nýtt hugtak í føroyskum politikki, og eg haldi tí at tað er hóskandi at minna á, at vit hava gjørt royndir, sum vit ikki eiga at endurtaka.

Einki er at ivast í, at tað almenna má taka lut í eindurreisnini av útoyggjunum, eisini fíggjarliga. Men almenni leikluturin má ikki vera at veita rakstrarstudning til privat vinnulív, tað hevur misydnast fyrr, og tað fer at misydnast aftur. Vit kenna uppskriftina, spekulatión niður í egnar lummar og feilíløgur, og heldur enn at virka bygdarmennandi, verður studningsmyllan tann endaliga avtoftingin. Hópurin av virkjum og skipum, sum bert hava landskassan at liva av. Henda uppskriftin kostaði bæði landskassanum og bygdamenningini lívið. Og fer at gera tað aftur.

Hesi dømi verða nevnd til tess at minna á, at tað ikki ber til at seta vanligar búskaparlógir úr gildi í royndini at fremja bygdamenning, ella kanska í royndini at skapa sær sjálvum eitt grundarlag fyri afturvali til løgtingið ella til bý- og bygdaráð.

Eg fari tí at endurtaka, at tá ið vit tala um at menna útjaðaran og útoyggjarnar, so eigur almenni leikluturin ikki at vera at veita vinnuni rakstrarstudning og veðhald, men at tryggja neyðuga útbúgving, planlegging, gransking, samferðslukervi og at tryggja vinnuni, at hon fær selt sína vøru á alheims marknaðinum.

Sið okkara at fara á fólkafundi er ein gamal og góður føroyskur siður, sum vit hava varðveitt hóast skiftandi byr á sjálvstýrisleið og hóast samfelagsligar og mentunarligar stórbroytingar, og fólkafundurin er eitt hóskandi høvi at spyrja, um vit í dagstrevi okkara eru trúgv ímóti okkum sjálvi, móti landi okkara og móti framtíðini hjá børnum okkara.

Ábyrgdin at fáa tað at bera til í hesum landi er jú okkara - í felag. Lata vit tað upp í hendurnar á øðrum at seta kósina at fylgja í blindum. Tá verður landið avtoftað og tjóðin fokin.

Skaldið Chr. Matras sáli yrkti um Blinda liðið

1. Ganga fram í myrjkri øll tey blindu.

Ganga ymsar leiðir eftir lyndi.

Eingi hóma málið fram bert ganga -

so fer blinda liðið vegin langa.


2. So í sælum stundum henda lívsins undur

blindir fáa megi at lata eygu sundur

liva ríkar løtur ið leingi minnast

sjá at allar gøtur saman finnast.


Eisini blinda liðið fær í sælum stundum megi at lata eygu sundur. Lat okkum vóna at hesum fólkafundur er júst ein tílík løta.


Helena Dam á Neystabø. landsstýrismaður