Tað var klokkan fimm um morgunin leygardagin 17. september í 1983, at býráðið sendi menn frá Guttesen & Staksberg at bróta niður Perluna.
Tá var Heðin Mortensen formaður í mentanarnevndini, og Poul Michelsen var borgarstjóri.
Sambært Tórshavnar býráð, so var tað júst Andrias Berg, sum breyt Perluna niður. Hann starvaðist tá hjá Guttesen & Staksberg sym brøytførari. Nú hevur Andrias Berg sítt egna etrepenørvirki, og at er júst hann, sum nú hevur fingið uppgávuna at gera trappuna, sum nú skal gerast á økinum, har Perlan stóð til fyri 32 árum síðani.
Í fjør skipaði kommunan so fyri eini stórari arkitektakapping um miðbýin. Síðan hevur verið arbeitt við at raðfesta tey ymsu átøkini, sum býráðið hevur samtykt at gera í sambandi við stóru miðbýarætlanina.
Uppskotið um trappuna í Vágsbotni var partur av uppskotinum hjá Zeta Arkitektum, sum fingu fyrstu virðisløn í arkitektakappingini. Trappan umfatar eitt øki uppá umleið 310 fermetrar og kemur at binda økið frammanfyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Trappan verður vakurt skipað við smærri uppihaldsøkjum, umframt trøum og grønum plantum.
- Vónandi verða ymsu pallarnir á gomlu Perlugrundini eisini í stóran mun brúktir til tónleik, sigur Tórshavnar býráð í tíðindaskrivi.
– Hetta verður veruleiki longu í summar. Bryggjubakki verður stongdur í hesum tíðarskeiði, og fólk tí mugu fara eftir Húsabrúgv. Á ólavsøku letur alt uppaftur og tá verða ferðsluviðurskiftini eisini munandi betri, skrivar býráðið.
– Hóast tað hevur tikið yvir 32 ár – so verður nú endaliga farið frá gamla pakkhúsinum til eitt avbera vakurt býarrúm, sum verður til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Trappan verður tikin í nýtslu til átakið Voxbotn 25. juni og alt arbeiðið verður liðugt til ólavsøku.