Tað ber til at selja rørslu

Iikka Vuori, professari, ph.D., lækni og serfrøðingur í altjóða felagsskapum, úr Finnlandi er sannførdur um, at óansæð, hví vit íðka, so er tað gott fyri heilsuna. – Heilsa er ein góð íløga, sigur hann

Rørsluár

Eirikur í Jákupsstovu

[email protected]


Í Finnlandi hava tey síðan 1979 lógarfest ítrótt og heilsufremjandi tiltøk. Tað var fyrsta landið í heimssøguni, at nakar hevur lógarfest fólkaheilsu. Síðan eru dagføringar gjørdar ofta, serliga við at víðka um tað heilsufremjandi átøk í mun til úrvalsítróttin. Síðan 2002 hava ymisku ráðini eisini verið áløgd at skipa fyri heilsufremjandi átøkum. So sigast kann, at finnar hava gjørt nógvar íløgur í rørslu.

Landið hevur seinastu árini eisini raðfest øðrvísi, á tann hátt, at stór stadion ikki longur verða bygd, men heldur vera smáir vallir og breytir bygdar, so øll fáa atgongd til ítróttartilboð.


Minni afturgongd

Sambært finska professaranum hava miðvísu royndirnar í ein ávísan mun borið frukt.

- Vit síggja, at fólk eru farin at røra seg minni og minni í heiminum, men í Finnlandi er afturgongdin minni enn aðrastaðni, sigur Iikka Vuori. Hann greiðir víðari frá, at tað framvegis er ein triðingur, ið als onki ger, og at tað eru hesi, ið skulu fáast í gongd. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað eru 20 prosent av finnum, ið íðka nóg mikið, og at tað eru kvinnurnar, ið eru raskari.

Á sama hátt sum sviar, hava finnar góðar royndir við at fara frá navninum ítrótt, og yvir til navnið rørslu, tí hetta fær fólk at skilja, at tað ikki merkir at renna maraton fimm ferðir um vikuna.


Fýra súlur

- Tá tú skalt selja rørslu til fólk, so mást tú syrgja fyri, at fólk fáa allar fýra súlurnar í ítrótt. Tey skulu hava møguleika, evnir, vilja og stuðul.

- Tað, sum staturin kann syrgja fyri, er at skapa fólki møguleika við fasilitetum. Og eisini við at stuðla ella at eggja fólki at íðka. Restin er næstan upp til fólk sjálvi, greiðir professarin frá. Í hesum sambandi, greiðir hann frá, at tað altíð mugu vera langtíðarætlanir frá statinum, so at røttu møguleikarnir eru og rætta upplýsingin.


Money talks

Iikka Vuori hevur eisini upplivað, hvussu týdningarmikil kanalisering av peningin er, tá talan er um fólkaheilsu.

- Seinastu árini hava vit gjørt heilt nógv, fyri at fara burtur frá úrvalsítróttini og yvir til tað meira fólksliga, og hetta hevur beinanvegin havt við sær, at fleiri fólk eru farin at íðka, so vit kunnu uttan at himprast siga, at peningur tosar, staðfestir finski professarin.


Rørsla á resept

Eitt annað, ið rættiliga nógv verður gjørt í Finnlandi, er, at geva fólki rørslu á resept. Heldur enn at geva fólki heilivág, tá tey hava onkra vælferðarsjúku, so gevur læknin heldur ein resept uppá, hvussu nógv sjúklingurin skal røra seg fyri at gerast frískur.

- Tá er týdningarmikið, at fólkið fylgir reseptini, og ikki ger alt ov nógv av, greiðir hann frá.


Umskipa ítrótt

Finnland hevur eisini gjørt rættiliga nógv við at raðfesta barnaítrótt eitt sindur øðrvísi.

- Vit lata beinleiðis stuðul til ítrótt, har børnini skulu hava tað stuttligt uttan at kappast, og hetta sær út til at hava borið frukt, og fólk eru eisini glað fyri tað, sigur hann, og leggur afturat, at hetta er nakað øll kunnu læra av.


Óneyv úrslit og fígging

Hóast Finnland er undangonguland á nógvan hátt, so er eisini har torført at kann úrslitini av fólkaheilsuátøkum, men landið hevur við fleiri kanningum fingið greiðu á, at heilsuliga afturgongdin er minni enn í flestu øðrum londum.

Iikka Vuori greiðir somuleiðis frá fíggingini av heilsuátøkunum.

- Tað allarmesta verður fíggjað við veddingarpeningi, so um tit megna at skipa fyri eini veddingarfyritøku, so kann tað hjálpa heilt væl, sigur hann og flennir.